Fríggjadagin 13. januar er Meinigheitshúsið í Vági karmur um hugnaliga løtu, mest ætlað vaksnum og eldri.
Í eina tíð hevur Meinigheitshúsið í Vági fingið gjørdar ymiskar ábøtur, og nú stórsti parturin er liðugu,r ber aftur til at hava tiltøk í húsinum.
Við yvirskriftini: Tann góða løtan, kemur Hanus á Gørðum prestur at vitja og greiða frá.
Eisini er ein kaffimuður, prát, felagssangur á skránni, eins og kunnað verður um møguleikan at stuðla tí arbeiðinum, ið er gjørt seinasta árið.
Øll eru hjartaliga vælkomin til løtuna, ið er frá 16.00-17.30, skrivar Meinigheitshúsið í Vági í tíðindaskrivi.











