Hanus Hansen
-----
Eg gjørdist ikki sørt skakkur, tá eg hoyrdi dag og viku i gjárkvøldið. Tíðindini viðgjørdu gegnistrupuleikan hjá Jákup Mikkelsen.
Eg eri helst ikki tann rætti at úttala meg um gegnistrupuleikan hjá Jákup Mikkelsen, men so leingi landstýrismaðurin arbeiðir eftir samgonguskjalinum, kann hann ikki hava gegnistrupuleikar.
Landsstýrismaðurin hevur ikki givið mær ella teimum, ið standa mær nær nakran fyrimun fram um nakran annan. Hann fylgir einum samgonguskjali, sum løgmaður førdi fram í Degi & Viku í gjárkvøldið. Tað stendur øllum frítt fyri at stovnseta pelagisk virkir. Eitt nú er eitt á veg í Fuglafirði. Var tað so, at landsstýrismaðurin gav virkinum í Kollafirði, har eg júst eri vorðin stjóri uttan tó at hava nakran eigaralut, nakran fyrimun fram um onnur virkir, kundi eg skilt ivamálið um gegni. Men ikki í hesum føri, tá landsstýrismaðurin loyalt fylgir samgonguskjalinum. At vit eru svágrar kann heldur ikki viðføra, at eg og míni skulu diskvalifiserast í allari føroyskari fiskivinnu.
Tíðindamaðurin, sum koyrdi søguna bæði týskvøldið og hóskvøldið, kemur úr Runavík og er javngamal við Ludvík við Stein, sum eisini kemur úr Runavík. Teir gingu eisini á Kambsdali samstundis. Tíðindamaðurin hevur avgjørt ein gegnistrupuleika. Tað er trupult hjá mær at skilja, at hetta er góður fjølmiðlasiður.
Tað er ongin ivi um, at herferðin ímóti landsstýrismanninum er bíløgd av teimum, sum vilja hava móðurskip við bíligari manning at taka ímóti makreli í summar.
Kollafjørður kann møguliga taka ímóti umleið einum triðingi av tí makreli, sum møguliga kemur upp á land í summar.
Sum eg skilti landstýrismannin er ætlanin, at so nógvir føroyingar sum møguligt sleppa at fiska ella framleiða makrel í summar.
Tað verður helst neyðugt við onkrum móðurskipi. Verða hesi skip flaggað undir føroyskt flagg, og manningin verður føroysk, er sjálvandi ongin trupulleiki.
Eg dugi ikki at skilja, hvussu KVF kann rættvísgera, at vit lata 500 kinesarar og russarar fyri eina tímaløn upp á 5,50 kr, koma inn á okkara grunnar og taka arbeiði frá føroyingum, sum frammanundan eru arbeiðsleysir.
Kollafjørð misti í 2011 umleið 20 framleiðsludagar orsakað av kappingini við bíliga útlendska arbeiðskraft.
Løgmaður segði í eini Dag & Viku seinasta vár, at ætlanin var at lóggeva pelagiskan fisk upp á land í Føroyum. Tá var Jákup Mikkelsen ikki landsstýrismaður.
Virkið í Kollafirði opnaði í december 2009, síðani tá hava umleið 800 fólk arbeitt á virkinum, virkið hevur útflutt fyri umleið 800 milliónir. Pressan íroknað KVF hevur havt lítlan áhuga í at bera nøkur positiv tíðindi um hetta virkið, sum meira ella minni varð uppgivið og lá stilt og óvirkið í langa tíð. Men hevur, síðani tað opnaði aftur, fingið eina uppblomstring til fyrimuns fyri alt tað føroyska samfelagið ikki minst fyri øll tey, sum hesa tíðina hava havt arbeiði á virkinum. Men ongin áhugi fyri virkinum uttan ringa umtalu helst orsakað av útlendskum kapitali.
Tað er ikki neyðugt fyri virkið í Kollafirði at seta nakað avgjald á pelagiskan fisk. Virkið er í dag um at verða liðugt útbygt, soleiðis at virkið kann takað ímóti umleið 1000 tonsum í 24 tímar.
Vinnumálaráðið hevur eina deild teir kalla Invest Faroe. Hvar eru tey í forfylgingini av útlendskum kapitali í Føroyum?
Tá eg sat og hoyrdi sendingina í gjárkvøldið, hugsaði eg við mær sjálvum. Hava hesi fólkini skilt, hvat vit liva av?
Eitt hjartasuff til tykkum í sjónvarpinum. Tað eru sendingar sum tann í gjárkvøldið, sum køva virkishugin hjá mær og nógvum øðrum vinnulívsmonnum.