ÚTITILTAK
Tíðindaskriv
Leygardagin 24. august verður atløgubryggjan í bátahylinum á Bakka á Glyvrum alment tikin í nýtslu. Í hesum sambandi skipar Bátafelagið fyri ymiskum tiltøkum.
Byrjað verður kl. 15 við, at havnarnevndin í Runavíkar Kommunu kemur rógvandi inn í bátahylin og leggur at bryggju. Kári P. Højgaard, formaður í havnarnevndini, heldur røðu.
Seinni verður m. a. barnasangur við Duritu og fleiri, hestaríðing og rógving. Harumframt verður høvi at keypa grillaðar pilsur og sodavatn. Kaffi og okkurt gott afturvið verður eisini til keyps.
Peningurin, ið inn kemur, fer til felagshús. Bátafelagið bjóðar øllum til ein hugnaligan dag í bátahýri.