Hugnaligt tilhald á Sandi

Dagtilhaldið Hugnin á Sandi er flutt í nýggj og rúmlig høli í húsunum hjá Sands Kommunu. Samkoma var mikudagin, har hølini vórðu víst fram fyri almenninginum

Sandi: Hugnaligt er at koma á gátt hjá pensionistunum í Sandoynni, sum tvær ferðir um vikuna hittast í tilhaldinum Hugnanum heima á Sandi.
Hóast tilhaldið er í húsunum hjá Sands Kommunu, sum eisini hevur søkt um stuðulin til og stendur aftan fyri tiltakið, er hetta ætlað øllum eldri sandoyggjafólki. Og tað koma eisini fólk úr øllum bygdum í oynni til tiltøkini, sum skipað verður fyri, sigur Kristina Johannesen, sum er leiðari fyri tiltakinum.
Jú. Tey kundu tað sama sungið gamla missiónssangin »De kommar från öst och vest«, hóast tað, at tey flestu kortini mundu vera heiman av Sandi.
Men nú er tað tað, at tey eru júst flutt úr missiónshúsinum í húsini, sum Sands Kommuna nýliga hevur ognað sær, til kommunuskrivstovu og onnur tiltøk, sum vera kunnu í slíkum húsum. Millum annað dagtil-haldinum fyri tey eldru.
Og tey møttu stundisliga hendan dagin, húsið alment varð tikið í nýtslu, hóast hann var tann ringasti til veður hesumegin nýggjár. Stormurin leikaði í, so tað stóð alvorliga á postkassanum í Skopun, og rættiligur uppgangur var í Todnesi, har Kálvur Lítli gamli ivaleyst hevði havt hugsað um illveðrið á Genesaretvatni, sum annars var evnið í morgunlestrinum í Útvarpinum júst hendan sama morgun.
Nógv tiltøk
Men annað skal enn stormur og eitt sindur av vátaslettingi til at halda pensionistum frá at koma til hugnaliga samveru. Soleiðis eru tey yvirhøvur, sum ganga til hesi tiltøkini, og sandingar eru einki undantak. Og tey hava nógv at koma til, sigur Kristina Johannesen.
Hon er sett í halvtíðarstarv til burtur av at taka sær av tilhaldinum. Fyrireika og standa fyri teimum mongu tiltøkunum, tey hava hvønn mánadag og mikudag frá klokkan tvey til fimm seinnapart.
Tað kunnu vera bæði friðalig og meira lívlig tiltøk,sigur hon. Teimum dámar væl at spæl boccia, sum tey vanliga spæla í ungmannfelagshúsinum, tí har er plássið best. Men so eru tað dagar, tá tey heldur sita og práta, binda, lesa ella lurta eftir upplestri. Onkra spurnarkapping hava tey havt, og so verður tað annars, sum tað kemur.
Útferðirnar dámar teimum væl. Og tær hava verið fleiri. Bæði innan- og uttanlands.
Hendan dagin var tað meira fyri at vísa nýggju hølini fram, tey vóru møtt. Og dagurin var kanska eitt sindur øðrvísi enn vanligt. Har var fólk úr øllum ættarligðum. Frá tilkomnum pensionistum, umvegis hálvgamlar og yngri bygdarráðslimir, heilt niður til børn undir skúlaldur.
Kvinnurnar vóru so avgjørt í meiriluta. Menninir vóru bara nakrir heilt fáir. Onkur helt, at teir høvdu betri hug at fáast við seyð og tosa um fisk onkra aðrastaðni. Men treyðugt so. Onkur var møttur kortini. Men teir sóu eitt sindur forfjónaðir út, har teir sótu á einum bonki fram við vegginum, meðan damurnar hildu seg at borðinum, sum noðað kundi liggja á, meðan bundið varð, samstundis sum tær prátaðu.
Tiltakið byrjaði við, at borgarstjórin sjálvur triði úr bygdarráðnum koma við stórari blómuheilsan og eisini helt eina stutta røðu, har hann endaði við eini lítlari yrking, hann hevði fest á kortið, sum fylgdi við heilsanini.
Aftan á var boðið ábit. Pinnamatur og kransakøka frá bakar-anum á Sandi, sum ger bestu kransakøkur í verðini. Tí ivast tey ikki í á Sandi.
Kommunuhús
Sands Kommuna hevur keypt eini stór sethús á Sandi fyri 1,4 millión krónur, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri á Sandi. Húsini fara at verða brúkt til at hýsa kommunuskrivstovuni, eldratilhaldinum, kunningarstovuni og ætlandi eini avgeiðslu hjá Almannastovuni nakrar dagar um vikuna.
Tilhaldið Hugnin hevur fingið ta stóru stovuna at vera í, eins og tey hava felags brúksrætt til køkin saman við øðrum, sum fara at vera í húsinum.
Húsini eru rúmlig, og góðir møguleika eru at innrætta tey til skrivsovuendamál uttan at gera tær stóru broytingarnar. Tey liggja væl fyri mitt í bygdini beint við bankan.
?Tó hevði kanska verið best fyri pensionistarnar, um tey høvdu kunnað verið í kjallaranum. Men hildið varð, at hølis-viðurskiftini í erva vóru betri. Og ikki er tað verri enn so, at ein trappulyft væl kann gerast uttanfyri, um tað gerst ov møti-mikið at ganga trappurnar, sigur Páll á Reynatúgvu, borgarstjóri.