31 ára gamla Randi Vestergaard og 32 ára gamli Jóhann Hansen hava gingið saman í trý ár. Tey búgva saman í Hoyvík og eiga ein hálvtannað ára gamlan son. Fyrst í mai í ár fór Jóhan á knæ fyri Randi og bað fram bønarorð, sum beinanvegin gav honum játtandi svar.
Hoyvíkar kirkja verður karmur um sjálva vígsluna 2. august, og aftaná verður opið hús heima hjá foreldrum hennara í Marinargøtu 19, har tey vænta einar 200 gestir. Har verður sjálvtøkuborð, sum vinir og familja hjálpa við til, og drekka við og uttan alkohol. Tey hava valt at halda brúdleypið heima, tí tey halda tað vera bæði hugnaligari og bíligari. Náttina rokna tey við at sova heima hjá sær sjálvum í Maritugøtu, sum eisini er í Hoyvík.
Randi og Jóhann hava keypt brúðarklæðini frá Lilly í Danmark – hon ein hvítan kjóla og hann ein myrkan klædning við vesti – lítli sonurin fer eisini í fín brúðarklæði.
Litir: Reytt og hvítt.
Blómur: Rósur