Hugnalig Konsert í Leirvíkar Bátasavn

Sunnudagin 14. desember kl. 16 verður konsert og hugnaløta í áhugaverda og forvitnisliga Bátasavninum hjá Osmundi Justinesen í Leirvík. Bátasavn hjá Osmundi Justinesen er eitt rættiligt mentanarsavn, har fleiri og fleiri tiltøk verða hildin, og fleiri og fleiri fólk vitja.

 

Øll hesi árini hevur verið tosa um, at gott var um bátasavnið hevði sítt egin klaver ella flygul. Tosa varð leingi um tað, og úrslitið kunnu vit gleðast yvir.

Nú stendur eitt spilturnýtt flygul so prýðuliga millum hesar søguligar Leirvíksbátarnar og málnigarnar av Sámali Toftanes.

 

Monika og Birgitte

Tær báðar, Monika Stauss Joensen, violin, og Birgitte Schnakenburg, flygil, hava báðar drúgvar royndir innan tónleik.

Birgitte Schnakenburg er pianistur og hevur starvast sum leiðari á ymiskum muskkskúlum í Danmark. Fyri 3 árum síðani kom hon at arbeiða hjá Tórshavnar musikkskúla sum akkompanist.

Monika og Birgitte hava spælt saman alt árið. Fyrsta almenna konsert teirra fara tær nú at spæla sunnudagin við nýggja flyglinum í Leirvíkar Bátasavnið. Monika og Birgitte fara at spæla verk eftir Beethoven, Tschaikovsky, Mozart, Kreisler og Hubay.

 

Hugnalig konsertløtan

Fyri at gera løtuna minnisliga og hugnaliga fer ymiskt forvinnisligt og skemtiligt eisini at vera á skránni. Ein kaffimuður og okkurt gott afturvið verður bjóða í áhugaverada umhvørvinum í steðginum.

 

Tað verður ókeypis fyri bæði børn og vaksin at koma inn. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa serligu løtu í bátasavninum, har flyglið fyri fyrstu fer verður nýtt.