Óhugnalig hækkan

Fimleikararnir av Bermuda og Man undirstrikaðu týðiliga, at venjingarumstøður og úrslit fylgjast

Scalloway: Fyrrapartin mikudagin var einstaklingakappingin í fimleiki hjá kvinnum á skránni. Ein kapping, har Føroyar áður hava staðið seg væl, og har Marit Magnussen millum annað hevur vunnið gull á gólvinum.
Men vónirnar um heiðursmerki hesaferð fingu av álvara eitt skot fyri bógvin, tá liðini hjá Man og - serstakliga - Bermuda fóru undir sínar íðkanir.. Hetta eru lið, sum hava mest sum perfektar venjingarumstøður, og hjá teimum, sum vara av føroyskum fimleiki mundi framgongdin hjá hesum vera mest sum óhugnalig at fylgja.

Bermuda á øllum
- Hesum vistu vit av. Eg segði longu mánadagin, at vit skuldu vera sera fegin um tey heiðursmerkini, og tað vóru vit eisini. Tá ráddi tað um at duga tey lættaru øvilsini væl, og tað er tað, sum vit hava brúkt tíðina til. Í fríu seriuni kunnu sterku fimleikararnir veruliga folda seg út, og tá kemur munurin veruliga til sjóndar. Tey gera rørslu, sum vit ikki hava møguleika til at venja við okkara umstøðum, og so má tað eisini verða hareftir.
- Sjálvandi høvdu vit vóna, at Marit við nøkrum góðum íðkanum á bummi og gólvi kundi nærkast einum heiðursmerki, men tað gekk bara ikki, helt landsliðsvenjarin, tá hann eftir kappingarnar skuldi gera sínar viðmerkingar.
Av føroysku fimleikarunum stóð Marit Magnussen seg best samanlagt, har hon gjørdist nummar 14. Best stóð hon seg í lopinum, har hon gjørdist nummar átta við fyrsta lopinum. Seinna lopið satsaði hon, men tá gjørdist lendingin ikki nóg góð.
Sum heild mundu okkara tó vera nøgdar um avrikið. Einasta amboðið, har tað ikki gekk eftir vild, var á bumminum, har karakterirnar kundu verið hægri.
Men samanlagt var helst einki at gera. Tá medaljuhandin stóð á skránni, var tað nærum ein uppvísing frá Bermuda, sum tók gull í øllum greinum, umframt at tær tvær ferðir eisini áttu silvur og bronsu.