Hugnaløta á Kongabrúnni

Í morgin, fríggjadagin klokkan 15.30 verður hugnaløta í sambandi við, at arbeiðið við trappuna við Kongabrúnna nú er liðugt.

- Nú ber til at sita á trappunum ella pallunum og hugna sær í tí vakra umhvørvinum, sigur Tórshavnar Býráð.

Á hugnaløtuni fer Levi Mørk, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, at bjóða vælkomin og annars fara Heðin Mortensen, borgarstjóri og Jákup Sìmun Simonsen, formaður í havnanevndini, st siga nøkur orð.

Skipað verður eisini fyri tónleiki, og býráðið sigur, at harmonikutónleikur og góðar gamlar sjómansvísur fara at runga um eystaru vág og kommunan bjóðar ein kaffimunn.