Hugleiðingar um nakni

Nicolina Jensen Beder

Fyrstu ferð, vit hoyra um nakni, er í Fyrstu Mósubók 3. kap. 1-12 vers. »Syndafallið«. Men ormurin var sniðfundigari enn øll onnur djór á markini, sum Harrin Gud hevði skapað. Og hann mælti við konuna: »Man nú Guð hava sagt, at tit ikki mega eta av nøkrum træi í aldingarðinum?«
Konan svaraði orminum: »Av ávøkstum træanna í aldingarðinum mega vit eta; men av ávøksti træsins, ið stendur í miðjum aldingarði, hevur Guð sagt, at vit mega ikki eta og ikki nerta hann, tí annars verður deyðin okkum vísur«. Men ormurin segði við konuna: «Tit skulu als ikki doyggja. Men Guð veit, at so skjótt tit eta av tí trænum, munnu eygu tykkara verða upplatin, og tit munnu vera eins og Guð og duga at skyna á illum og góðum«.
Tá ið nú konan sá, at træið var gott til matna og frálíkt á at líta og avbært til at fáa vit av, tá tók hon av vøksti tess og át; somuleiðis gav hon eisini manni sínum, ið hjá henni var, og hann át. Men tá lótust eyguni upp á teimum báðum; og tá ið tey vórðu vør við, at tey vóru nakin, tóku tey at seyma sær belti úr bløðunum av fikutrøum. Men tá ið Ádam og kona hans í kvøldarlotinum hoyrdi Harran Guð koma gangandi gjøgnum aldingarðin, royndu tey at krógva seg fyri honum millum trøini í aldingarðinum.
Tá kallaði Harrin Guð á Ádam og segði: »Hvar ert tú?« Hann svaraði: »Eg hoyrdi teg í aldingarðinum og varð bangin og krógvaði meg, av tí at eg eri nakin«. Tá segði hann: »Hvør hevur sagt tær, at tú ert nakin? Mestur hevur tú etið av trænum, sum eg beyð tær ikki at eta av!« Ádam svaraði: »Konan, ið tú setti mær við lið, gav mær av trænum«. Øll kenna vit orðatakið. »Og Adam skød skylden på Eva«.
Næstu ferð, vit hoyra um nakni, er tá ið Nóa lá avdottin í tjaldinum. Fyrsta Mósubók 9. kap. 18.-27. vers. Synir Nóa, sum gingu út úr ørkini, vóru Sem, Kam og Jáfet; men Kam var faðir Kánáans. Hesir tríggir vóru synir Nóa; Og frá teimum er ættað alt fólkið á jørðini. Jarðyrkismaðurin Nóa var fyrsti maður, ið legði inn víngarð. Tá ið hann nú hevði drukkið av víninum, og hann var drukkin, lá hann nakin inni í tjaldinum. Tá sá Kam, faðir Kánáans, nakni faðirs síns og fór út og segði tað fyri brøðrum sínum. Men Sem og Jáfet tóku skikkjuna og løgdu sær á herðar; síðan gingu teir inn aftur eftir hali og huldu nakni faðirs síns; men andlit teirra horvdu burtur, so at teir sóu ikki nakni faðir síns.
Tá ið Nóa vaknaði úr víndúrinum og fekk at vita, hvat yngsti sonur hansara hevði gjørt honum, mælti hann· »Bølbiðin verði Kánáan! Trælur trælanna verði hann brøðrum sínum. Og framvegis mælti hann. »Lovaður verði Harrin, Guð Sems! Men verði Kánáan trælur teirra! Guð gevi Jáfeti landarúmd; og búgvi hann í Sems tjøldum; men verði Kánáan trælur teirra! Tað kennist løgið at lesa Gamla Testamenti, tá ið skrivað verður, at sekt verður løgd á sakleys menniskju. Kam sær pápa sín naknan, og sonur hansara verður bølbiðin.
Í Fimtu Mósubók 22. kap. 12. vers fann eg nakað áhugavert. Har stendur: »Tú skalt gera tær skúvar á hini fýra skeyt á skikkju tíni, sum tú sveipar teg í. Hetta er eitthvørt, ið tú knýtur saman. Um so var, tá skuldi møguleikin verið fyri, at skikkjan hekk upp á pláss.
At lesa um tjaldtemplið í Aðru Mósubók er ómetaliga áhugavert. Har er so nágreinliga greitt frá, at tað er ein frøði fyri øll, ið áhuga hava fyri handverki.
At tað ikki hevur verið vanligt at ganga í undirbuksum tá á døgum, kunnu vit ganga út frá, tá ið vit lesa: »Reglur um prestabúnan«. Onnur Mósubók 28. kap. 42.-44. vers. Og til tess at fjala blýgd teirra skalt tú gera teimum undirbrøkur av líni, sum skulu røkka frá mjødnunum niður á lørini. (Fyrstu menn í Bermuda-shorts). Í teimum skulu Áron og synir hansara vera, tá ið teir ganga inn í samfundartjaldið, og tá ið teir nærkast altarinum til gudstænastu í halgidóminum, til tess at teir ikki skulu gera seg sekar og týna lív. Hetta skal vera Ároni og eftirkomarum hansara ævigt løgmál.
Í Triðju Mósubók 21. kap. 17-22 stendur nakað um, hvør ið ikki skal koma fram til altari. Hetta bíður mær ímóti at endurgeva, meti tað verða meira til skaða enn gagn.
Ein og hvør kann sjálvur lesa, um hann hevur hug. Í Fimtu Mósubók 22. kap. 5. vers stendur: Konu er ikki loyvt at ganga í kallmansbúnað og kallmanni ikki at fara í konubúna, tí at hvør tann, ið tílílkt ger, er Harranum, Guði tínum, andstyggiligur, og í 11. versi stendur, tú mást ikki fara í klæði, sum vovin eru bæði úr ull og líni. Í triðju Mósubók 19. kap. 19. versið stendur, far ikki í klæði, sum er vovið úr tvinnandi sløgum av tógvi. – Hvat gera vit nú? – Í Gomlu Testamenti hevði ikki verið loyvt at gingið í longum buksum, ei heldur í føroyskum klæðum. Skjúrtið er vovið bæði úr ull og bummull.
Um Dávid lesa vit í Seinnu Sámuelsbók kap. 6.14. og 23.-23. vers, at tá ið hann kom heim aftur við ørkini, dansaði hann av øllum alvi fyri ásjón Harrans, og hann var í línklæði. Men tá ið Dávid snúðist heim aftur til tess at vælsignað hús sítt, fór Mikal, dóttir Sauls, út ímóti honum og mælti: »Tignarligur mundi kongur Ísraels tykjast í dag, tá ið hann nektaði seg fyri trælkonum tegna sína, eins og vittuggi eru von at gera«, Dávid svaraði Mikal· »Fyri ásjón Harrans dansaði eg, hann sum kjósaði meg fram um faðir tín og fram um alt hús hansara og beyð mær at vera høvdingi yvir fólki Harrans, yvir Ísrael; fyri ásjón Harrans vil eg leika, tó at eg verði lítilsverdari og minki meira í metum í tínum eygum; men hjá trælkonum teimum, ið tú nevndi, man eg verða tignarligur«. Síðani kemur hesin løgni setningur. Og Mikal Sáulsdóttir var barnleys alt fram at doyggjandi degi sínum.
Hetta ljóðar, sum at Mikal verður straffað, fyri at hava havt at manni sínum vegna hansara ósømuliga atburð. At Dávid soleiðis kemur at vísa meira enn sømuligt var, kemst helst av, at Dávid bert var í einum línkyrtli og ongum undirbuksum.
Orsøkin til, at eg fór at hugsa um nakni, kom av øllum hesum tosi um etik og kristni. Menn gera rumbul á Tingi, bróta avtalur, teir sjálvir hava undirskrivað, vegna eitt vers úr Gamla Testamenti. Í mínari verð er hetta ein heilt ókristilig gerð. Júkað hevur verið um eitt vers í Triðju Mósebók. 18. kap. vers 22. »Tú mást ikki hava samlegu við mann eins og við konu; tað er andstygd«. Hetta var tað, ið fekk meg at hugsa um, hvussu hesir menn munnu lesa Bíbliuna. Allur 18. kap. er ein vegleiðing, um hvussu vit eiga at bera okkum at. Í vers 6 stendur »Eingin tykkara má nærkast at holdsligu skyldmonnum sínum til tess at nekta blygd teirra. Eg eri Harrain!«. – Í tí, eg havi víst til frammanundan, hevur tað verið strangliga bannað at víst seg naknan.
Enn havi eg ikki hoyrt um nakran, ið hevur meldað seg út úr nøkrum flokki vegna tess, at menn fara undir brúsuna og standa naknir í vaskiríminum, áður enn teir fara í svimjihylin. Dómurin, ið feldur verður yvir tey, ið gera ímóti tí, ið fráboðað verður í kap. 18 stendur fyrst í 29. versi. »Tí at hvør, ið fremur nakra av hesum andstygdum – hvør, sum fremur tær – skal verða oyddur úr tjóð síni. Tað stendur einki um, at eitt vers skal takast meira bókstaviligt enn eitt annað.
Tað einasta, vit vita við vissu, er, at vit liva her og nú, og at okkurt er álagt, at liva eftir teimum lógum, meirilutin hevur tikið á Tingið. Hvussu í víðu verð kunnu vit vanligu menniskju tá skilja nakað av tí heila, tá ið tingmenn í heilagari vreiði bróta bæði ásettu lógir og fólksins álit.
Mær er sagt at tingmenn halda bønarmøti, tá ið teir koma til arbeiðis í Tinginum. Hetta skuldi verið púra óneyðugt, og ger tað enn meira í andsøgn við framferð teirra, umframt at tað samtíðis setur kílar ímillum, hvør er innanfyri og hvør er uttanfyri. – Eini góð ráð – lesi Faðirvár og signi tykkum, áðrenn tit koma í Tingið, og haldi tey 10 boðini, tá ið tit fara til arbeiðis. Góðan arbeiðshug.