Hugleiðingar um grøna orku - røða á mentunarvikuni í Sunda Kommunu í 2010

Fyrri partur er hugleiðingar um hugtakið grøn orka og um orkustøðu heimsins.

Góðu fundarfólk. Summarstevnurnar eru um at vera liðnar fyri í ár, nú Sunda kommuna hevur valt at hava mentunarviku seinast í august. Eg haldi tað er gott, at kommunan roynir at fáa nøsina fram úr gráa skinninum, so kommunan verður meira sjónlig millum festivalar, stevnur og onnur tiltøk.

Hugtakið Grøn orka
Tað var grøna orku vit skulu røða um í dag. Tá hugtakið grøn orka verður brúkt, koma vit ofta í tankar um vatnorku, vindorku, sjóarfalsorku, sólorku, jarðhita og kanska okkurt afturat, alt eftir hvønn tú spyrt. Í Føroyum kenna vit enn mest til vatnorku og vindorku.

Taka vit vatnorku, kann ein spyrja seg sjálvan, um ein turr áargeil kann vera grøn? Er hon grøn, tí einki vatn er í henni? Einki áartutl og sjó? Eingin maðkapirra, sum skýtur seg undir áarbakkan, tá tú kemur framvið? Eingi smákykt? Eingin fuglur, sum baðar sær? Einki buldrandi ódjór í áarføri? Lítið og einki lívfrøðiligt margfeldi í hesum harrans ári 2010, sum er ár lívfrøðiliga margfeldisins. Her verða eingi fyrilit tikin. Tað verður skorið á háls. Bulurin verður kvettur tvørturav. Ikki ein dropi skal framvið. Men eg hoyri ongan lemjandi sorgargrát, bert tøgn, deyðatøgn.

Men vindmyllurnar, tær mugu vera grønar. Hesir hvítu einglarnir, sum rætta seg upp móti himmalinum og nærmast biðja jususpápa koma við meira vindi, so tað kann vera ljós yvir landið, meðan veingjasuðið fer við vindinum um dalar og fjøll. Hví eru vindmyllurnar hvítar og ikki grønar? Grønar sum græsið og trøðini? Ella gráar sum klettar og skursl?

Fólk, sum hava skil fyri litum siga, at litir kunnu ávirka okkum, og at vit í nógvum førum seta ein lit í samband við eitthvørt. Ætlar tú selja eina vøru ella eitt hugtak, ræður millum annað um at hava tann rætta litin.

Taka vit tær hvítu vindmyllurnar fyrst. Hvítt seta vit í samband við reinleika, sakloysi, meinaloysi. Tað er jú moyggjarliturin, brúðurin áðrenn fyrstu hjúnarbandsnáttina, mundi eg sagt. Men seinastu mongu árini er hvíti liturin eisini knýttur at deyðanum ígjøgnum hvítu kistuna. Soleiðis royna vit eisini at broyta fatanina av deyðanum. Men sorgin er svørt enn, haldi eg.

Men hví er orkan so grøn? Tann grøna litin seta vit í samband við gróður, náttúru, vón, tryggleika. Gras er grønt, trø eru grøn og ungdómurin er grønur. Har tað er grønt og ungt, har er tað lív og reint. Grøn orka knýtir gróður, reinleika og náttúru afturat sær. Eitt snøgt hugtak, sum ofta skal lýsa tað øvugta av at vera grønt og ungt og lív.

Nei, lat okkum kalla ein spaka fyri ein spaka. Ikki grøn orka, men vatnorka og vindorka. Lat okkum minnast til, at vatnorka kemur úr áum úr okkara nærumhvørvi, sum í stóran mun liggja turrar, gráar og deyðar. Vindorka stavar frá vindmyllum, sum ósmædnar rætta seg hægri og hægri upp móti himmalinum og senda sítt hvølla dun um heiðar og fjøll. Hetta er óstøðug orka, tó at vatnorka er støðugari enn vindorka.

Størsti fyrimunurin er, og tað er serliga komi fram hesi seinastu árini, at framleiðslan av orku úr vindi og vatni hevur lítið CO2 útlát við sær. Men framleiðsla av vindmyllum krevur nógv tilfar og nógva orku. Um nøkur ár skulu tær skiftast út og takast niður, og tá fer at bera illa til at endurvinna ein stóran part av tilfarinum, serliga veingirnar.


Undanbrekka av oljutindinum
Áhugin fyri øðrum orkuskipanum enn skipanum við olju, er vaksin nógv seinastu 10-15 árini. Grundin til tað er, at tað verður alt meira viðurkent, at oljan er ikki ein ótømandi orkukelda. Tað hevur í nøkur ár verið tosað um, nær vit munnu fara at koma upp á hægsta oljutindin. Nær koma vit hagar, at framleiðslan av olju ikki veksur meira. Tað er nógv sum bendir á, at tað júst er í hesum árum, at vit ganga eftir oljutindinum. Um fá ár verður undanbrekka. Undanbrekka plagar at vera lættari enn mótbrekka, men tað verður tað neyva í hesum føri. Knøini ganga fyri. Tað verður minni og minni av olju sogið upp úr móðir Jørð. Móðir Jørð verður slept, sum ein geld kúgv. Oljuslept. Tað gongur nakað longri til hon verður gassslept, og uppaftur longri til hon verður kolslept.

Tey seinastu árini hava vit, menniskjuni á jørðini og serliga í sokallaða vesturheiminum, brúkt góðar tríggjar milliardir tons av olju um árið, og nakað tilsvarandi av bæði gassi og koli. Bara fólkini í USA brúka umleið 25% av allari oljuni. Tey burdu brúkt ein 25.-part, um øll í heiminum skuldu brúkt líka.

Olja verður brúkt til framleiðslu av øllum handan slag. Sum orkuberi, sum tilfar og sum hjálparevni. Men undanbrekkan kemur, júst sum allur heimurin er farin á rull. Alt skal flytast, og øll vilja flyta seg. Tríggjar milliardir indarar og kinesarar standa í longum bíðirøðum fyri at fáa fatur á einum bili. Kanska 1½ milliard av bilum. Hugsið tykkum tilfarið og orkuna, sum skal brúkast til at framleiða bilarnar. Og so skulu bilarnir koyra. Brúka teir tveir litrar um dagin av olju, koyra einar 40 km í part, so brúka teir knappar 3 milliónir tons av benzini og diesel um dagin. Tað er ein milliard tons um árið, ella umleið ein triðingur av dagsins oljunýtslu.

Hetta verður ikki sagt, tí at eg misunni indarum og kinesarum sama livihátt, sum vit hava havt seinastu 30 árini, men bara fyri at vísa á, hvussu øðilig tilfarsnýtslan og orkunýtslan verður til flutning, um øll skulu upp á okkara støði.

Nøkur fólk eru eisini bundin av olju til upphiting, elframleiðslu og til høvuðsvinnuvegin, t.d. føroyingar. Fleiri og fleiri vilja hava olju, men tað verður bara minni og minni til av henni. Verður eingin víðfevnd orkuloysn funnin skjótt, fer prísurin á olju upp, langt upp.

Heimsbúðskapurin verður endavendur. Flutningur av vørum og fólki minkar munandi. Einki lambskjøt úr New Zeelandi, og einki oksakjøt úr Brasiliu. Made in China verður søga. Summarferðin til Kreta ella Maldivurnar helst eisini. Soleiðis síggja summi framtíðina um fá ár, onnur ivast enn.

Men, góðu áhoyrarar, lat meg ikki mála tann grábeinta liðnan á hesum sinni, men bert staðfesta, at olja er ikki grøn, gass er ikki grønt og kol er ikki grønt. Men hvat er so grønt?