Hugleiðingar um brúðleypið í Kána

Øll munnu hava verið í brúðleypi bæði eina og fleiri ferðir. Nøkur brúðleyp eru stuttlig og festlig, gestirnir eru kátir og skemtingarsamir. Onnur brúðleyp eru meiri stírvin og tung, tað eydnast líkasum ikki at fáa tað lætta flogið yvir veitsluna, okkurt vantar, kanska dugir ella megnar forstandarin ikki rættiliga uppgávuna.

Stundum undrast tú yvir, hvussu ávís skriftstøð í Halgubók verða umtalað, viðgjørd ella uttanum gingin. Nøkur av hesum versum snúgva seg um eitt brúðleyp í einari bygd í Galileu nakrar kilometrar norðan fyri Nasaret, sum nevnist Kána. Men her stríðast sjálvt tær frálíku fótnotir til fánýtis. Í gildinum er vínið vorðið uppi, og móðir Jesu biður hann loysa trupulleikan. Tað skuldi nú verið smáting fyri skapara alheimsins.
Havi gingið í kirkju frá baranárum. Ongantíð havi eg hoyrt nakran prest koma inn á sjálvan kjarnan í tekstinum um brúðleypið í Kána. Hendingin hevur neyvan heldur nakrantíð verið tekstur í einum kristiligum samkomuhúsi, heldur ikki hjá teimum, ið nevna seg bíbliutrúgv. Tveir bólkar eru, sum ikki hóva hendingina, trábeitin, sum vildu, at hon ikki stóð í Halgubók, og sum tí royna at ignorera hana ella tulka hana bæði henda veg og handa veg, eitt nú, at tað var alkoholfrítt vín, Jesus gjørdi, Tey koma við undanførslum, ofta láturligum mótargumentum, Ella verður sagt: Tað skal ikki skiljast soleiðis ...
Og so eru tað tey, sum ikki trúgva, at Jesus megnaði hetta undrið, og tí hava sínar egnu frágreiðingar og burturforkláringar, sum einki hava at halda í.
Men lesa vit (bíbliutrúgv) beint sum tað stendur, so vóru nakrir av gestnum vorðnir druknir, og tá ger Jesus enn meira og betri vín, heilar fimmhundra litrar, siga tey kønu, ið vita hvussu nógv tey seks reinsannarkerið tóku til saman. Fimmhundrað litrar svara til úti við sjeyhundra fløskur – ikki smávegis bestillningur.
Í brúðleypinum í Kána var vínið uppi. Og í einum brúðleypi, har Jesus var gestur, bar ikki til at veitslugleðin kundi fara fyri skeytið, bara tí tað treyt vín. Har, sum Jesus er við, kann einki køva gleðina. Nakrir av gestunum høvdu ivaleyst tikið ov nógv til sín, teir kundu sær ikki magamál, men drukku alt vínið, sum var, og gjørdust tí fullir, Sostatt fingu teir einki burtur úr veitsluni. Av somu orsøk fingu hini einki vín og vóru tí heldur ikki í veitslulag. Báðir partar mistu. Men her bjargar Jesus støðuni so at veitslan kundi halda fram og gestirnir vera kátir og skemtingarsamir.
Men hvussu lat tað seg so gera? Onkur hevur spurt um tað. Var kanska eyka vín goymt í kjallaranum, sum uttan at nakar skuldi varnast, varð tikið fram? Ella var veruliga talan um eitt nummar at umskapa, altso tann reini kemiski gandur? Tað kundi verið stuttligt at vitað. Men líkamikið, hvat vit halda, so er greitt, at við at spyrja á hendan hátt, fæst als ikki fatur í tí avgerandi. Tað avgerandi er ikki at Jesus stendur sum hin stóri gyklarin ella gandakallurin. Tað avgerandi er tað, ið hendir við øllum teimum, ið eru tilstaðar. Tað veruliga undrið er, at har ið vónbrot, missmót og keðiligheit hava fingið vald, og gleðin tykist svinna burtur, har lyftir festin seg av nýggjum, og gestirnir kenna í sær nøgdsemi og kæti, sum ikki orð eru fyri. Bilsnir og bergtiknir kenna teir eina frøi, ið ger tilveruna undurfulla og dýrmæta.
Ein fín detalja er í evangeliinum eftir Jóhannes: Jesus sigur við teir: ”Fyllið vatnskerini við vatni!” Og so stendur: ”teir fyltu tey á tremur”. Ikki bara hálv ella tríhvart, nei, teir fyltu tey á tremur! Teir gjørdu veruliga tað, Jesus beyð teimum at gera. Og síðani gjørdi hann besta vín úr kraftaleysum vatni, sum Mikkjal á Ryggi tekur til í einum sálmi. Hann broytti tað vatndeyva, turra og keðiliga til gleði, til lív, til signing.
Vit kenna helst til hetta, at okkurt vantar í lívinum, alt er í og fyri seg nóg gott og í lagi, men tað trýtur kortini við onkrum, tí, ið hevur størsta týdning í felagsskapinum. Øll kenna til dagar og tíðir, har tað litríka er vorðið grátt, tað festliga gjørdist til keðiligheit og tað gleðiliga dapurt – bara tí at vit snerktu at tí.
So lætt er at gera alt til einki - men gera vit tað, uppliva vit eisini, at lívið missir lit og fylling.
Tak nú brúðleypið í Kána – góður matur, frálíkt vín, fínur tónleikur, ein rúgva av brúðleypsgestum, ein fest, har øll segl eru sett, fyri at geva nýggja brúðarparinum ein ógloymandi dag. Nú skal veitsla haldast eftir bestu uppskrift.
Og so er vínið uppi – sera ring støða – ella kanska kom tað væl við um vit skulu akta sjónarmiðið hja fólkaheilsuráðnum – tí um reglan um hægst fjúrtan ella einogtjúgu snapsar um vikuna eisini galt í Kána, so er tað grundarlag fyri øðiligum timburmonnum, um gestirnir, sum sambart Jóhannes longu vóru fullir, aftur skulu at drekka teir fimmhundra litrarnar av góðum víni, sum við einum undri brádliga streymaðu úr teimum seks stóru reinsanarkerunum.
Jesus gjørdi ikki breyðundrið fyri at mannamúgvan skuldi eta seg yvir rygg, men fyri at tey skuldu fáa eina máltíð til ferðar. Hann ger heldur ikki vínundrið fyri at gestirnir skulu drekka seg avfeldigar, men fyri at teir skulu hava tað stuttligt.
Brúk av víni verður gjøgnum alla Halgubók sett í samband við gleði og veitslulag. Jesaja profetur skrivar, ”Harri herliðanna man á hesum fjalli tilbúgva øllum tjóðum veitslu, veitslu við krásum og gomlum víni, veitslu við feitum krásum og gomlum, skírum víni”. Og sálmaskaldið í Gamla Testamenti syngur um, at vínið gleðir mansins hjartað, bara fyri at nevna tvey av teim mongum skriftstøðum hesum viðvíkjandi:
Men missnýtsla av víni eins og av øllum øðrum, ið verður misbrúkt, verður í Halgubók sett í samband við tað neiliga, tað spillandi. Ikki er neyðugt at siga frá tí.
Viðvíkjandi brúðleypinum í Kána er tó líkamikið við øllum okkara meira og minni skilagóðu ”við máta” heilsugrundgevingum, Vit vita øll, at har skortaði nakað – tað fyrsta vit høvdu minst hetta annars væl skipaða brúðleyp fyri, hevði verið tað, ið treyt – minnist tú, hinaferð vit vóru í brúðleypi í Kána, ta ferðina vínið varð uppi!
Og tað ið er galdandi brúðleypið hin dagin í Kána, er galdandi mong onnur viðurskifti í lívinum. Maturin kann vera so góður, nørandi og vitaminríkur hann er, men hevur kokkurin gloymt saltið og kryddaríið – ja, so eru vit ikki í iva um, at tað vantar okkurt – maturin er smakkleysur.
Jú, men vit yvirliva nokk, um einki vín er eftir. Á ja, men tað er ein heimur á muni millum at liva og at yvirliva.
Ein hevur sagt tað soleiðis:, ”vit hava alt, men tað er eisini alt vit hava” – í tí replik er ein longsul eftir fyllu, einari fyllu, sum ikki snýr seg um pengar og tímiligar lutir. Og er tað eingin ella einki, sum sigur teimum ímóti, endar tað við, at alt verður tómt, nyttuleyst og likamikið.
Brúðleypið í Kána er ein mótsøgn til at geva upp, til eina mótleysa støðu til lívið.
Ja, tað er meira – tað er ein frásøgn, sum sýnir okkum ein farra av Guðs riki – tí ríki, har vit síggja tað ið hendir, tá ið Jesus grípir inn í lív okkara.
Í veitsluna, sum var um at fáa ein bráan enda, kom nýtt lív, tá ið Jesus setti tað nýggja vínið á borðið. Hann gav teimum, tað ið tørvaði.
Guð grípur inn og fyllir tíðina við øllum tí, okkum vantar – fylling tíðarinnar er har, ið okkara tómleiki verður fyltur av Guðs kærleika.
Reinsannarkerini stóðu har, sum bíðaðu tey bara eftir at verða fylt – tey eru ein mynd av tí gamla, eitt bílæti av teimum tómu, gomlu jødisku reglunum, um alt tað ið ein rætttrúgvandi jødi skuldi yvirhalda.
Men Jesus brýtur við tað gamla. Hann kom við einari nýggjari trúgv. Guð er hin sami, men jødanna guðsdýrkan við at yvirhalda hundratals reglur og boð, er ikki vegurin til Guðs.
Tí Jesus er sjálvur vegurin og sannleikin um Guðs kærleika, fyrigeving og sælu.
Vínið er eitt tekin - eitt tekin um, at nakað meira og nakað størri er við at bróta ígjøgnum - vit skulu ikki longur reinsa okkum, men vit eru rein í kraft av, at Jesus gav sitt liv fyri okkara skyld.