Levi Joensen, Hirtshals
Eftir at hava lisið greinina undir heitinum verðsligt og andaligt í Dimmalætting 21/9-06 liggur tað mær á hjárta at senda eina kærleiksheilsan til allar landsmenn mínar sum hava lært Harran Jesus at kenna sum tykkara persónliga Frelsara og hava takkað fyri Hansara fullgjørda verk á Golgata krossi. Minnist til at vit eru dýrt keypt, Gud gav einborna Son Sín sum loysugjald fyri syndir okkara. Blóð Hansara mátti renna til síðsta dropa, fyri at vit skuldu liva Efus 2-2. Vit livdu eina ferð eftir tíðarandanum í hesum heimi eftir høvdinganum yvir hervaldinum í luftini, sum nú virka í børnum ólýdnisins V-3.
Millum teirra vóru vit eisini øll áður og livdu í girndum holds okkara, gjørdu tað sum holdið og hugsanirnar vildu og vóru av náttúru børn vreiðinnar eins og hini, Harrin hevur sett eitt mark ímillum tann trúgvandi og tann vantrúgvandi, teir hava ikki sama borgarskap Filip 3-20 teir hava hvør sína nattúru, Jóh 3-6 tað sum føtt er av holdi er hold, og tað sum føtt er av Anda er andi.
Í Luk 16- 26 stendur um eitt stórt djúp fest sum ikki er farandi um, annað staðið loðar í eldi, hitt staðið har verður Lasarus uggaður í fangi Abrahams, so kæru gudsbørn lat heimin síggja Kristus í okkum, so tey kunna verða bjargað, árðenn tey enda í eldsjónum, har eldurin ikki slóknar og ormurin ikki doyr, og tá ið Sátan víð sínum børnum fara bygd úr bygd og royna at slætta alt andaligt niður, so lati okkum minnast, hvat tað hevur kostað av blóði og forfylgingum fyri at náa hesar oyggar úti í Atlandshavinum við evangelinum, lat heimin kenna, at tað er eitt mark ímillum okkum, ið trúgva á Jesus, og tey sum ikki gera tað, so heimurin sær ljósið frá Golgata í okkum, táíð vit ikki renna út í sama skammloysisdýki, í Danialsbók lesa vit um tríggjar menn, sum ikki vildu boyggja seg fyri tíðarandanum og ikki dyrka arðar gudar enn Gud himmalsins.
Kæru landsmenn mínir, tað sum Harrin hevur lagt mær á hjarta er, at okkara lítla tjóð tó so ómetaliga stór í virði í hjørtum okkara, bøn mín er, at Harrin skal varða okkum frá nógvum illum, sum fløðir inn yvir land okkara, og at einki annað evangelii skal fáa rúm í hjørtum okkara uttan Jesus Kristus og Hann krosfestan, Orð Guds sigur: Tí so elskaði Gud heimin,at Hann gav Son Sín, hin einborna fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív. Í Jóh 5-24 stendur: Sannliga, sanniliga, sigi Eg tykkum: Tann sum hoyrir orð Mítt, og trýr Honum, ið sendi Meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóm, men er farin yvirum frá deyða til lív. Her sæst markið so týðuligt, verð tí vísur vel tann Harra Jesus Kristus, sum frelsara tín, tá er tú farin, yvir um frá deyða til lív.
Bestu heilsir til allar landsmenn mínar.
Malta 05.10.06










