Hugleiðingar eftir mikkjalsmessu

Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, at mestsum alt sum hevur við haga og seyð at gera í dag fer fram á sama hátt sum í 1298, tá Seyðabrævið varð skrivað. Her eru ikki hendar tær stóru broytingarnar

Mikkjalsmessa er farin aftur um bak, tað væl og virðiliga. Fjøllini eru gingin, men tað eru kortini enn teir hagar, har tað eisini verður farið í klipping. Tað er eitt sindur løgið at hugsa sær, at mestsum alt sum hevur við haga og seyð at gera í dag fer fram á sama hátt sum í 1298, tá Seyðabrævið varð skrivað. Her eru ikki hendar tær stóru broytingarnar. Tá sum nú vóru hagar, har alt er kenning, hagar har alt er í felag og so hagar sum hava eina blanding av hesum báðum. Seyðurin verður røktaður, handfarin og flettur á sama hátt, sum í fornari tíð, og okkum dáma enn væl ræst og turt kjøt, uttan mun um frystiboksin er uppfunnin ella ikki. Sjálvandi er eitt og annað broytt, seyðhúsini eru vorðin munandi betri, rættirnir eru eisini vorðnar meira fullkomnar.

Tá summarið av álvara er farið at halla og mikkjalsmessa er farin er tíðin komin, tá menn hugsa um at fara á fjall at reka skurðfjøllini. Hesin áhugin tykist enn at standa við hjá nógvum, og hevur eisini fest í hjá fleiri av teimum ungu, sum hava stóran áhuga fyri seyði.

Eitt er at ganga á fjall, annað er at fletta. Aðrastaðni í tí sokallaða siviliseraða heiminum verður djór, ið verða brúkt til mat, sum skal kunna seljast í matvørubúðum, slaktað á serligum løggildum sláturvirkjum. Soleiðis er ikki í Føroyum, her er eingin slík lóg um sláturvirki.

Eitt sláturvirkið var einaferð, men tað bar seg ikki, tí teir fingu ikki nóg mikið at gera. Eitt er nú í Haraldssundi, sum flettir fyri fólk móti einum ávísum gjaldi.

Uttan mun til um flett verður í Haraldssundi ella í egnum kjallara, so kemur tað undir sama hatt. Fletting av seyði í Føroyum er uttan fyri alla aðra lóg uttan djóraverndarlógina. Alt sum hevur við seyð at gera í hesum landi kemur ikki undir vinnu, men hendur undir tað vit nevna hobbyvirksemi ella mentan. Her er talan um ein fornan mentanararv, sum livir sítt egna lív í bygdunum her á landi. Alt sum hevur við seyð at gera, kundi tí eins væl hoyrt undir mentamálaráðið.

At fletta seyð er ikki partur av nøkrum vinnulívi, men er ein mentanarlig atferð. Ikki tí, tað eru ikki allir føroyingar sum duga at fletta, sjálvt um teir bæði eiga jørð og hava seyð gangandi á trøðni. Fletta teir ikki sjálvir, so hava teir vanliga sínar føstu flettingarmenn og sambandi við flettingarmannin, tað er av serligum slag. Tað eru teir, sum fáa nógvan seyð, verði tað bøndur ella ognarmenn. Hesir klára ikki at fletta alt sjálvir. Teir hava tí sínar føstu flettingarmenn. Summar av hesum hava teir sjálvir lært at fletta. Tað verða knýtt serlig bond millum flettingarmenn og eitt samanhald, menn sum varðar við eitt langt lív. Í flettingarhøpi eru allir líka, antin teir so í dagliga yrki sínum eru bøndur, advokatar ella stjórar. Tað løtuna eru allir aktørar í sama flettingaruniversi. Flettingarmentanin setur við nýggjar flettingarmenn, sum taka við har teir gomlu sleppa.

Tað eru eisini lærarar, sum síggja fletting sum ein so stóran part av okkara mentanararvi okkara, at teir halda at tað er rímiligt læra børnini, um ikki at fletta, so at síggja, hvussu tað verður flett. Fletting kann vera lagdur í tímatalvuna um heystið sum ein partur av undirvísingini í heimkunnleika. Er lærarin kvinna, so fær hon vanliga okkurt mannfólk at fletta. Flett kann verða í skúlaøkinum, men tað er sum at leggja flettingina uttanfyri eitt rætt flettingarhøpi, tí dáma summum fult so væl, at farið verður við børnunum í ein kjallara at fletta, har tað vanliga verður flett.

Sjálvt um tað nú eru mong ár síðani eg havi fletti, so kemur okkurt slag av atavismu fram í mær, sum hevur við heystið at gera. Eg byrjaði eg at fletta sum smádrongur. Tá var seyðurin heftur ella bundin niður áðrenn hann varð svavaður. Hann kundi verða lagdur á ein gamlan ølkassa, ella borð so eitt ílat kundi standa undir. Hvør man ikki hava hugsað um offurlambið, tá tann so ógvuliga friðarligi seyðurin var svavaður og blóði rann niður í eitt ílat. Tað var ikki óvanligt at lata eitt barn røra blóðinum við eini sleiv, so tað ikki varð til ein stóran sveita. Um hetta hevur verið gott ella ringt fyri eina barnasál, tað dugi eg ikki at siga. Helst ikki, tí medferðin, hjá teimum sum flettu var stillfør og virðilig.

Tað eg kenni til varð flett á einum borði í rímiligari hædd. Tað at fletta ein heitan seyðakropp er nakað fyri seg. Eitt er at lukturin av vátari ull og haga kemur fyri næsarnar, meðan tú tummar, men sum skjótt skifti yvir í tann eyðkenda luktin av heitum seyðakjøti og søtum droyra, til seyðurin fullkomiiliga nektaður liggur har á sínum egna skinni í sínum kjøtlitta ljósreyða skulpturella vakurleika eina løtu, áðrenn knívurin gjørdi seg inn á fótsamør koku og bringu. Hvítanýrini var millum tað fyrsta, sum var loyst úr sínum uppruna, blonk og vøkur í sínum runda formi, sum hoyrir seg til henda part av skaparaverkinum. So verður knívsoddurin settur í fótamørin, og skjótt liggur allur seyðurin opin.

Alt tað sum liggur aftan fyri fótamør, koku og bringu verður tikið úr. Hvor einstakur partur av innvølinum verður varisliga tikin innan úr kroppinum eftir einari fornari rituellari mannagongd sum ikki á nakran hátt eigur at standa aftanfyri tað jødiska kosher slaktiritualið. Slaktið hevur sína egnu fagurfrøði, frá byrjan til krovið er komið í hjallin at hanga. Einki at siga til at teir gomlu gleddust um eitt vakurt krov, og kendu síðurnar millum fingrarnar.

Enn eru tað menn sum fletta eftir gomlum siði, men tað tekur sína tíð, og tíðin hon kann umroknast í pengar. Skal flettast skjótt og skal flettingin fara frá mentan til vinnu, so hevur tað eisini sín prís tá talan er um tað sum er tað týdningarmiklasta av øllum í dag, nevniliga kappingarførið. Tí mugu vit venja okkum at síggja menn hanga upp seyðin, opa hann og lata innvølin allan bumsa niður í eina balju. Hetta verður gongdin og hetta verður menningin.

Nú slaktið er fyri, verður sjálvandi prátað nógv um seyð, um krov og um vekt. Men minni verður lagt í at reypa av hvussu nógvar merkur av tálg vóru í tí einstaka seyðinum, tí tálg er eins og nógv annað feitt koyrt í tann bólkin, har tað minni heilsugóða hoyrir heima, alt tað sum vit skulu vara okkum fyri. Hin vegin er vandi í hvørjari vælferð. Føroyingurin hugsar um smakkin á kjøtinum á sama hátt sum vínbóndin hugsar um smakkin á víninum, um veðrið ikki er til vildar. Er hitin ov høvur í ov langa tíð, so verður vandi fyri at kjøti verður ov ræst, eisini lúrur botulismuvandin, sjálvt um hann í føroyskum seyðakjøti neyvan er størri enn tann vanda vit liva í, tá vit eta innflutt svínakjøt. Tann ítøkiligasti vandin er kortini flugurnar sum treiskast til langt út á heystið um lýkka er í luftini. Eingin er erpin av maðkakjøti, líka so lítið nú, sum tá læknin Panum fyri umleið hálvtannað hundrað árum síðani fornermaði ein stóran part av føroyingum, tí hann skrivaði, at hann hevði sæð maðk í kjøti í Føroyum. Tað mundi ikki verið honum fyrigivið, hóast hann um somu tíð bjargaði mongum, sum annars høvdu doyð av meslingum.

Krovini eru komin í hjallin at hanga, men spurningurin er, um tað er rætt, at brúka tað góða gamla heitið krov fyri nógvar av teimum kroppum, sum í dag verða hongdir í hjallin. Her eri eg meira samdur við teimum, sum siga, at tey plaga at keypa sær ein íslendskan seyðakropp at ræsa, uttan at brúka orðið krov. Ber tað til at nevna hesar opaðu seyðakropparnar krov? Teir taka fyri tað fyrsta eitt øgiligt pláss, og so hava teir ikki tann vakurleika, sum eg síggi í einum skivaðum krovi. Eitt væl skivað krov er sum eitt listaverk at síggja, har kjógv og bøgir taka seg væl út, sum teir eiga, og sum tað fellir okkum natúrligt, tá vit hava við kjøt at gera.

Helst hava teir gomlu uppfunnið skrivingina, tí hon eftir teirra fatan hevur givið teimum betri kjøt, tí tað ikki var ov tjúkt og luft slapp at, men samstundis var tað at bjóða flugunum til ball. Tí tær freku flugurnar sleppa at allastaðni á einum skivaðum krovi. Tí ráddi um at hava góðan hjall, sum stóð væl nær sjógvi ella við á. Men fyri tað mátti ansast væl eftir kjøtinum, og neyðugt var at hyggja eftir tí hvønn dag, til tað var nóg skart. Sást okkurt veti av víggi, var knívurin frammi og tað varð skavað ella skorið burtur.

Í dag er hjallur ofta bygdur uppí sjálvi sethúsini. Hin vegin hava vit nógv meira at hjálpa okkum við nú, enn teir høvdu fyrr. Eitt er flugutætt net innan í hjallinum, men tað eru eisini bæði viftur og blásarar, fyri ikki at tosa um tey fyri øllum flogkyktum tølandi elektrisku ljósini sum draga øll flogkykt til sín, áðrenn tey hava husku til at nærkast kjøtinum í hjallinum. Har slíkar insektlampur er hongdar upp, hoyrast javnan smábrestir í hjallinum. Lívlát omaná lívlát, eisini moyggjabitar, sum ikki leggjast á kjøtið verða drignir at hesum blanka ljósinum, sum verður teirra deyði..

Fyrr fór rukkulakkin eins og gorið í vombini oman eftir á, har sum á var, men nú er tað rusk, sum alt annað ið skal brennast, skal á brennistøðini. Fyrr var alt tikið upp, men so er tað neyvan longur, tí tað tykist at vera trupult at sleppa av við avroðini, tí tað er ikki øllum sum dáma alt tað, sum hoyrir slaktinum til. Eitt nú tykjast fleiri og fleiri ung ikki at dáma seyðarhøvd. Tað er nú einaferð so at ein pizza er meira tilgjørd enn eitt seyðarhøvd við sínum brostna eyga.

At gera eitt seyðarhøvd til mat er eitt upplivilsi. Fyrst at banka eina sneis inn í næsarnar á høvdinum. Hareftir at taka saks í hond og sum ein vánaligur hárskeri klippa tað mesta av ullini,, fyri síðani at svíða høvdið við eini blásilampu ella einum gassblussi, Ullin snerkir seg saman og kolast upp, og tú mást skavað høvdið væl áðrenn næsta svíðingarumfar. Einaferð eg sveið ein sera ræst høvd, hendi tað, at ein maðkur royndi at sleppa sær út gjøgnum sjálvt eygað á seyðarhøvdinum. Good bye. Hetta fekk meg at hugsa um lívsins forgangiligheit, eg misti allan hug til seyðarhøvd og koyrdi tað í ruskposan. Men við góðari psykologiskari sjálvhjálp kom hetta upplivilsi ikki at skapa varandi trauma í míni sál.

Tað áhugaverda við fletting og seyðakjøti í Føroyum er, at tað er ein sfera fyri seg, innanfyri hvørja fólk hava sínar egnu reglur. Tað er ikki loyvt at selja føroyskt seyðakjøt í handlunum, og tað er uttan forskel um tað er fekst ella turt, tí her er eingin fyriskipandi lóggáva, men tað ber til at selja einstaklingum kjøti uttanfyri alla tað handilsligu skipanina. Øll sum fletta, keypa og føroyskt seyðakjøt eru eitt slag av vinnuligum free riders, sum dúva meira uppá mentan enn upp á vinnu.

Tað ert tú ikki tá tú keypir kjøt úr Ný Zealandi ella Íslandi, sjálvt um hetta verður flett á verksmiðju og ikki við sama inniligleika og nærleika, sum ein føroyskur seyður vanliga verður flettur.