Áhugi fyri listini í Tavuni

Fyri stuttum lat upp listaframsýning í Tavuni í Leirvík og sýningin hevur verið væl vitjað og fólk eru áhugað í málningunum hjá Sámali Toftenæs og Hans Jacob Glerfoss

Áhugin fyri lisitini hjá Hans Jacob Glerfoss er stórur og fólk hava spurt seg dúgliga fyri.

Hetta sigur dóttir Hans Jacob, Hansa á Húsamørk, ið stendur fyri sýningini, nú pápin er búsitandi niðri í Danmark.

- Vit hildu tað var vert at gera eina roynd og tað hevur víst seg, at fólk eru sera áhugað í málningum hansara, so tað er stuttligt og hugaligt, sigur Hansa á Húsamørk.

Hon sigur, at pápin sjálvsagt eisini er fegin um hetta og at hetta hevur givið honum hug at fara undir listina aftur.

Tað er langt síðani, at málningar hansara hava verið sýndir fram í Føroyum, men hann hevur luttikið á onkrari framsýning niðri, sigur Hansa, ið fegnast um, at áhugin er so stórur.

Eisini hjá hinum útstillaranum, Sámal Toftenær, hevur gingið væl og tað er at fegnast um, sigur Hansa.

Sýningin er opin í vikuskiftinum afturat og opið er frá klokkan 15 til 19. Annars er Hansa altíð at fáa fatur á, um onkur hevur áhuga í listini hjá Hans Jacob Glerfoss.