Áhugavert tiltak í Syðrugøtu

Gøtu bygd gomul niðursetubygd heilt aftur til landnámstíðina, og nú er ætlanin at stovna søgu- og ferðavinnufelag í Syðrugøtu

Í kjalarvørrinum á tí áhugaverda útgrevstrinum í Syðrugøtu í vár og í summar, har fornleivdir eru funnar, sum í fleiri førum stava frá víkingatíðini, hevur ein áhugabólkur tikið stig til at stovna eitt felag í Syðrugøtu fyri at menna søguna og ferðavinnuna á staðnum.

Fyrireikararnir siga, at umhvørvið á hesum staði er ein søgu- og náttúruperla og hevur innan hesi øki ymiskt at bjóða - bæði ferðafólki og heimafólki.

Til tess at menna søguna og søgutengda ferðavinnu í umhvørvinum hava fólk nú tikið stig til at stovna eitt felag við tí endamáli. Stovnandi aðalfundur verður á Café Tøting á Tøtingarvirkingum í Syðrugøtu mikukvøldið 22. august kl. 19.30.