Oljuframtíð
Hetta eru gassfund, sum eru gjørd hesi seinastu 25 árini borað hevur verið eftir kolvetni vestan fyri Hetland. Men óvissan um stødd og manglandi tøkni at fara undir framleiðslu av gassi í slíkum øki hevur hildið oljufeløgini aftur at bora nýggjar brunnar.
Men nú tykist vend vera komin í. Risastóra franska oljufelagið, TotalFinaElf fór í mars mánað undir at bora ein avmarkingarbrunn í Lagganfundinum, sum liggur 300 kilometrar norðan fyri stóra Clairfeltið vestan fyri Hetland. Boringin hevur til endamál at vita, um til ber at fara undir at menna feltið ella at brúka tað sum part av menning av fleiri gassfeltum í økinum. Ætlanin er eisini at testa brunnin, sum nú verður boraður. Tað sigur ikki so lítið um trúnna uppá hetta gassfeltið. Higartil eru bara tvey oljufelt komin í framleiðslu vestan fyri Hetland. Hetta er so fyrsta miðvísa royndin at vita, um tað ber til at fara undir at byggja út eitt ella fleiri gassfelt. Í grannalagnum liggur so enn eitt gassfund, Torridon og ikki so langt haðani er enn eitt gass fund, Victory. Spurningurin er um tað ber til at fara undir eina einstaka útbygging ella tengja menning av fleiri gassfeltum saman.
Tað er greitt, at stórur áhugi er fyri Lagganboringini, tí um hon eydnast, kann hon verða startskotið til at menna ein infratstruktur í økinum. Og ein slík byrjan uppá ein infrastruktur til gass kann so aftur vera við til at eggja øðrum oljufeløgum til at bora eftir gassi, bæði kanningar- og avmarkingarbrunnar.
Tað var annars táverandi Texaco, sum gjørdi Victorygassfundið, sum longu tíðliga í 90-unum fór undir at gera eina granskingarætlan fyri gassfundini vestan fyri Hetland, nevnd Aurora. Ætlanin var og er at menna gassfeltini og byggja upp ein infrastruktur, ið skal fáa gassið til høldar og flyta tað til lands.
Annars segði ein av stjórunum í oljufelagnum ChevronTexaco við Sosialin herfyri, at verða positiv úrslit frá boringum eftir gassi vestan fyri Hetland, so kann tað virka sum ein katalysator fyri menning av gassfeltunum í økinum. Onnur oljufeløg, sum hava áhuga í umrøddu gassfeltum eru ConocoPhillips og Agip. Eisini Føroya Kolvetni hevur víst gassfeltum sum Laggan áhuga.