Í gjáramorgunin settust øll tey hundrað læraralesandi í skúlahøllini á Læraraskúlanum. Í gjár og í dag hava tey verið á skeiði. Mikudagin og hósdagin verður eisini nógv fólk í auluni á Frælsinum. Tá vera tað umleið seksti lærarar í fólkaskúlanum, sum skulu á sama skeiðið.
Hugaligir og arbeiðssamir næmingar og væl nøgdir lærarar. Hetta ljóðar mest sum ov góður dreymur. Men í Noregi siga tey seg tey seinastu árini hava upplivað, at tað hevur gingið henda vegin. Eitt nú á Hafrsfjord skúlanum í Stavanger.
Ein av lærarunum á hesum skúlanum, Inger Ellen Fjermestad, er í hesi vikuni í Føroyum og greiðir frá og undirvísir. Tað eru Landsmiðstøðin og Læraraskúlin, sum hava boðið henni henda vegin at halda skeið fyri læraralesandi og lærarum.
- Fyrstu Pisaúrslitini í Noregi vóru einki serlig. Tá ið tey vórðu almenn, varð nógv tosað um norska fólkaskúlan. Eitt av ítøkililgu úrslitunum var, at tá ið norski skúlin í 2006 fekk nýggja læriætlan, so var í læriætlanini Kundskabsløftet lesing tengd at øllum lærigreinum. Eisini verður undirstrikað, at næmingarnir skulu hava møguleika at velja góðar lesistrategiir, og at teir skulu stimbrast til at velja sínar egnu lærustrategiir. Um hetta skal gerast veruleiki, so er fyritreytin, at næmingarnir hava vitan um, hvussu teir kunnu nýta ymsar strategiir, tá ið teir skulu lesa og læra.
Soleiðis greiðir Inger Ellen Fjermestad frá. Í lærarayrkinum hevur hon ábyrgd fyri verkætlan um læristrategiir.
- Lesingin er grundarlagið undir allari læru. Í lesistrategiunum fokusera vit á, at næmingurin verður tilvitaður um, hví hann skal lesa. Granskingin vísir, at tað er lættari at goyma vitan í langtíðarminninum, sum er skipað, enn tað er at goyma vitan, sum ikki er skipað. Tí hava vit síðstu árini arbeitt nógv og miðvíst við at læra og menna skipanir at læra eftir ella uppá. Ein máti at fáa góða úrtøku uppá, er at fáa næmingarnar at seta ymisk sløg av spurningum til ymisk sløg av tekstum, sigur Inger Ellen Fjermestad, og hon sigur víðari:
- Úrslitini hjá okkum hava verið góð, og vit hava ofta vitjanir úr øðrum kommunum og skúlum, sum vilja frætta meiri um tað, sum vit gera. Nú eri eg bjóða henda vegin, og tað er hugaligt at luta okkara skipanir og royndir við læraralesandi og lærarar í Føroyum, sigur Inger Ellen Fjermestad, sum arbeiðir tætt saman við Gerd Fredheim, ið er tann, sum hevur gjørt henda mátan at læra uppá kendan í Noregi. Upprunaliga stavar hann úr USA.
Men er hetta so besti mátin at læra uppá?
- Fleirfaldni er lyklaorðið, tá ið tað ræður um at læra og undirvísa. Hetta er ein av mongum góðum mátum at læra uppá. Tað er sera týdningarmikið, at næmingarnir uppliva undirvísingina fjøltáttaða. Læristrategiirnar eru nógvar, og tær skulu ikki nýtast alla tíðina. Tað ræður um at finna røtta javnvágina. Hvar hon er, er upp til einstaka læraran at gera av. Lærarin eigur at taka støði í næmingunum, og hann kennir tað ivaleyst ymiskt í ymsu flokkunum, sigur Inger Ellen Fjermestad.
Starvslæran var brúgvin
Ein av teimum lesandi í 4. læraraflokki á Føroya Læraraskúla, Sanna Akselsen úr Sandavági, hevur verið í starvslæru ella praktikk í Stavanger. Tá lærdi hon um læristrategiir, og í vetur hevur hon saman við einum øðrum læraralesandi skrivað serlestrauppgávu um læristrategiir.
- Talan er um metodur ella mátar, sum tað tekur tíð at læra næmingarnar at arbeiða eftir. Tá ið vit eftir ársskiftið vóru í starvslæru á Venjingarskúlanum, royndu vit hesa metoduna. Í fyrstuni er fakliga úrtøkan ikki so stór, sum tú veitst, at hon kann verða. Men tá ið næmingarnir eru kendir við mátarnar, so gongur tað skjótari, og hóast starvslæruskeiðið hjá okkum var bara tríggjar vikur, so eru vit vís í, at hesin hátturin eisini kann nýtast í Føroyum við góðum úrslitum. Og hví skuldi hann ikki tað, tá ið hann er royndur og kendur í eitt nú Noregi, Danmark og øðrum europeiskum londum umframt í USA, sigur Sanna Akselsen.
Tá ið Landsmiðstøðin lýsti við skeiðnum í læristrategium, teknaðu 57 lærarar seg til skeiðið, og onkrir eru komnir afturat. So stórur áhugi hevur sjáldan verið fyri nøkrum skeiði, og hetta boðar frá, at í føroyska fólkaskúlanum er áhugin stórur fyri at kunna seg um nýggjar mátar at læra og undirvísa uppá.
Próvtøkurnar hjá teimum læraralesandi í 4. flokki í serlestri vóru í næstsíðstu viku. Síðsta týsdag fóru tey læraralesandi undir framløgur av verkætlanunum fyri hvørjum øðrum og eitt nú umboðum fyri Skúlabókagrunnin, Mentamálaráðið og Landsmiðstøðina, sum var umboðað av fleiri fakráðgevum. Fyrsta framløgudagin varð eitt nú uppgávan, sum snúði seg um læristrategiir, løgd fram.
- Tey lesandi hava gjørt fínar uppgávur, sum heilt víst kunnu vera íblástur í fólkaskúlanum. Tí hava vit boðið fólkum uttanfyri húsið at vera við til framløgurnar, og vit vóna seinni í ár at bjóða uppaftur fleiri at koma á Læraraskúlan at vitja okkum. Skeiðið, sum verður hildið í hesi vikuni, kunnu vit siga er ein avleiðing av einari av hesum uppgávunum, sigur Jóannes Hansen, rektari á Læraraskúlanum.