Mike Huckabee, sum er fyrrverandi guvernørur í Arkansas, hevur vunnið uppstillingarvalið hjá republikanarunum í West Virginia Einki alment úrslit er komið enn, men fjølmiðlarnir siga, at Mike Huckabee hevur vunnið í West Virginia.
Annars eru tað John McCain og Mitt Romney, sum kappast um uppstillingina hjá republikanarunum, men sambært fjølmiðlunum vóru teir aftan fyri Huckabee í West Virginia.
Í dag er uppstillingarval í meiri enn 20 statum, men tey seinastu úrslitini koma ikki fyrr enn í morginári.