HSF: Durita Thomsen nýggj í starvsnevndin

Gunn Ellefsen heldur fram sum forkvinna í HSF. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík

Mynd: (HSF)

Aðalfundur hjá HSF var í farnu viku. Á skránni var millum annað val  av nevndarlimum. Nýggj í starvsnevndini er Durita Thomsen úr Klaksvík. Gunn Ellefsen heldur fram sum forkvinna. Ongin stillaði upp í móti henni.

 

Tað var Stjørnan og Team Klaksvík, sum skutu Duritu Thomsen upp. Durita Thomsen er fyrrverandi spælari í Stjørnuni, og hevur seinastu árini verið aktiv í felagsarbeiðinum sum foreldur í feløgunum í Klaksvík. Durita tekur sæti fyri Oyvind Brimnes, sum ikki stillaði uppaftur. Andrea Heindriksdóttir hevur tikið seg úr nevndini og tekur fyrsti varalimur Birgir Kass tískil sæti í Starvsnevndini fyri hana komandi árið.

 

Gunn Ellefsen, forkvinna, stóð eisini fyri vali, men stillaði eingin upp ímóti henni. Varalimir vóru valdir Djóni Højgaard og Høgni Vilhelmsen.

 

Mynd: (HSF)