H71 hevur eftir níggju dystir framvegis fult stigatal. Í kvøld vunnu teir ein lættan 26-16 sigur á Neistainum. Fleiri av profilunum hjá H71 sótu uttanfyri ein stóran part av dystinum.
Longu fyrstu løtuna var greitt, at Neistin, uttan Tommy Fletcher, fór at fáa tað torført móti oddaliðnum. Hoyvíkingar dekkaðu framrættað og tað órógvaði Neistan nógv.
Í hinum endanum kom H71 skjótt á odda, hóast teir ikki fingu tey nógvu málini. Tú sat tó við eini kenslu av, at H71 kundi skora um tað stóð á. Millum annað sat stórskjúttin Peter Krogh uttanfyri meginpartin av dystinum.
Jónas Djurhuus bleiv toppskjútti við fimm málum, men níggju mans deildu hini 21 málini millum sín. Hjá Neistanum vóru níggju málskjúttar, harav Herbjørn Lava við fýra var topskjútti.
At enda vann H71 uttan stórvegis hóvasták. Níggju dystir og 18 stig er úrtøkan hjá hoyvíkingum.
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | H71 | 9 | 244 | 189 | 55 | 18 |
2 | VÍF | 9 | 243 | 240 | 3 | 11 |
3 | KÍF | 8 | 204 | 170 | 34 | 10 |
4 | Kyndil | 9 | 237 | 232 | 5 | 9 |
5 | StÍF | 9 | 239 | 235 | 4 | 8 |
6 | Neistin | 8 | 187 | 211 | -24 | 4 |
7 | Team Klaksvík | 8 | 188 | 265 | -77 | 0 |