Kappsigling
Eins og Lions Club Eysturoy hevur greitt frá í bløðunum fyrr í vikuni var skipa fyri árligu Lions kappsiglingini á Skálafjørðinum, sunnudagin 17 august. Hetta var samstundis seinasta kappingin av 4 hjá felagnum Seglinum í ár
Umframt at bátarnir hava kappast samlað, hevur Seglið í 2003 haraftrat skipa kappingina í 2 bólkar, ávikavist smærri ? og størri bátar. Sostatt skuldi sunnudagin finnast ein samlaður vinnari fyri 2003 + føroyameistararnir fyri smærri - og størri bátar.
Hjá smærru bátunum hava tað serliga verið Hoyvíksbáturin og Leivur, sum hava kappast, og var støðan undan seinasta umfarið at Hoyvíksbáturin var 2 stig frammanfyri. Við enn einum sigri, og harvið 3 sigrum út av 4 møguligum, staðfesti Hoyvíksbáturin føroyameistaraheitið.
Hjá størru bátunum var støðan undan seinasta umfarinum, at Malle og Niels í Nesinum lógu ájavnir við 12 stigum. Vinnarin av seinastu kapping Niels í Nesinum hevði ikki ein av sínum bestu døgum og kom ikki á stigatalvuna og sama var galdandi fyri Svan av Skála. Sostatt var 3 plássi hjá Malla nóg mikið til at tryggja føroyameistarheitið.
Sjógangarin
Í samlaðu kappingini um at vinna "ársins sjógangara " steypið hava sjálvsagt somu bátar gjørt seg galdandi og í bólkunum. Undan Lions lá Hoyvíksbáturin 4 stig framman fyri Leiv, so her var heldur onki avgjørt. Við enn einum topp 3 úrslitið staðfesti Hoyvíksbáturin tó støðuna sum samanlagt fremsti og støðugasti báturin 2003 framman fyri 2 kollfjaðrabátum, nr 2 Leivi og nr 3 Malla.
At enda fegnast felagið um at bátatalið øktist munandi í ár eftir at verða falli seinastu árini. Vónandi síggja vit enn fleiri bátar til kappsiglingarnar næsta ár, eldri sum yngri. Innan alt ov leingji fer felagið og limir tess at endurskoða tær broytingar í gjørdar vóru til árið í ár, til tess at gera árið 2004 enn meira áhugavert hjá siglarum.
ÚRSLIT OG ENDALIGAR STØÐUR
ÚRSLIT ? SMÆRRI BÁTAR
NavnHeimstManningStig
1HoyvíksbáturinHoyvíkEgil Simonsen
Jóhan Simonsen5
2LeivurKollafjørðurJón Nolsøe Olsen
Bjarni Petersen4
3MiðgerðKollafjørðurArngrím Petersen
Magnus Joensen3
4VinurTórshavn2
5EyðRunavík1
ENDALIGA STØÐAN- SMÆRRI BÁTAR
NavnHeimstStig
FøroyameistariHoyvíksbáturinHoyvík19
2LeivurKollafjørður16
3VinurTórshavn9
4MiðgerðKollafjørður6
5EyðRunavík5
ÚRSLIT ? STØRRI BÁTAR
NavnHeimstManningstig
1BúgvinStrendurPer Mikkelsen
Sæbjørn Nielsen5
2NónHósvík
Agnar Olsen4
3MalleKollafjørðurOddmar Joensen
Marner Joensen3
4GuðriðSaltangará2
5FalkurinStrendur1
ENDALIGA STØÐAN- STØRRI BÁTAR
RaðfylgjaNavnHeimst.
Stig
FøroyameistariMalleKollafjørður15
2Niels í NesinumTórshavn12
3SvanurSkála8
4NónHósvík6
5BúgvinStrendur5
ENDALIGA STØÐAN - SAMLAÐ KAPPING
"ÁRSINS SJÓGANGARI"
NavnBólkurHeimst
1Hoyvíksbáturin
SmærriHoyvík
2LeivurSmærriKollafjørður
3MalliStørriKollafjørður
4VinurSmærriTórshavn
4Niels í NesinumStørriTórshavn
6SvanurStørriSkála
7MiðgerðSmærriKollafjørður
8NónStørriHósvík
9GuðriðStørriSaltangará
10EyðSmærriRunavík
11FalkurinStørriStrendur
12HelgaStørriKaldbak
13BúgvinStørriStrendur
14GjáarbáturinStørriKollafjørður
15KollsteinurStørriHósvík