Atlantic Airways-kappingin
Hondbóltskappingarárið í Hoyvíkshøllini endaði leygardagin ógvuliga hóskandi við einum dysti millum bestu mansliðini hjá teimum báðum feløgunum, ið hava heimavøll í høllini, H71 og KÍF, og tað vóru hoyvíkingar, ið endaðu omaná.
Høvdu munin allan dystin
Tað vóru hoyvíkingar, sum høvdu munin á kollfirðingum allan dystin. Gamaní legði KÍF fyri við at leggja seg á odda 3-0, men síðani tók H71 yvir, meðan KÍF fullkomliga steðgaði upp og als ikki fekk skorað næstu tíggju minuttirnar.
Tað munaði eisini væl hjá hoyvíkingum, at liðskiparin, Halgir Dahl Olesen, var við aftur. Halgir var ikki við, tá ið H71 umfarið frammanundan var fyri lemjandi ósigri móti Neistanum, og tað sást eisini aftur á avrikinum hjá H71 í tí dystinum.
Kollfirðingar blivu fullkomiliga rendir um koll, og eitt skifti í fyrra hálvleiki vóru hoyvíkingar á odda við átta málum.
Eftir steðgin sá ikki út til, at gongdin í dystinum fór at venda, tí munurin bara vaks millum liðini. H71 var um miðjan seinna hálvleik á odda við ikki færri enn ellivu málum, 23-12, áðrenn tað eydnaðist kollfirðingum at fóta sær eitt lítið sindur og pynta um úrslitið.
Misjavnt ár hjá báðum
Við sigrinum á KÍF leygardagin eydnaðist tað H71 at yvirhála kollfirðingar á stigatalvuni í evstu løtu. Bæði liðini endaðu við ellivu stigum, men av tí at H71 hevur betur málmun, eru tað teir, ið enda kappingarárið á fjórðaplássinum, meðan kollfirðingar noyðast at taka til takkar við fimtaplássinum.
At kollfirðingar kansksa eru eitt sindur misnøgdir, nú kappingarárið er farið aftur um bak, er kanska einki at siga til. Tað er nevnliga ikki so langt síðani, at teir lógu heilt har frammi á bronsuplássinum, og enntá høvdu teir møguleikan at vinna seg upp á silvurplássið. Men KÍF tapti teir seinastu fýra dystirnar á rað, og tí skramblaðu teir niður eftir stigatalvuni.
Í Hoyvík eru teir ikki heilt nøgdir við kappingarárið. H71 fekk eina sera góða byrjan upp á árið, men steðgaði upp, og hoyvíkingar komu ongantíð av álvara í gongd aftur. Við tí leikarahópi, sum Henrik Gerster, venjari, hevur havt at ráða yvir í ár, skuldi úrslitið helst verið betur, og hetta man óivað hava givið leiðsluni í H71 nakað at hugsa um í hesum døgum.
KÍF: Gert Hansen 4, Petur Martin Poulsen 4, Regin Petersen 4(2), Arnbjørn Hansen 2, Rógvi Weihe 2, Ingi Vagnsson Johannesen 1, Teitur Joensen 1, Jóan Pauli Olsen 1
H71: Halgir Dahl Olesen 8(2), Piti Negru 6, Esbern Patursson 5(1), Johnny Durhuus 4, Hans Jákup 3, Olaf Vesturgarð 1, Bjarni Sørensen 1
Brotskøst: KÍF 4(2), H71 5(3)
Útvísingar: KÍF 4, H71 5
Dómarar: Gunnar Gregoriussen og Dánjal Samuelsen
Áskoðarar: 80










