Í eini av fyrru greinum mínum skrivaði eg um eina veruliga býarplanlegging og heildarætlan fyri Hoyvík. Og eg lovaði eisini at vísa á nøkur konkret mál, ið skulu loysast beinanvegin í komandi býráðsskeiði.
Karlamagnusarbreyt
§ Avbjóðingarnar við Karlamagnusarbreyt skulu loysast við kontantum avgerðum nú – við atliti til trygd, parkering og trivnaðarøkir fyri fólkið, ið har hava sett búgv.
§ Fáa vit ikki gjørt makaskifti fyri tey óbygdu, størru grundstykkini, so mugu vit ognartaka – við teimum krøvum, ið kunnu koma eftirfylgjandi.
§ Soleiðis kunnu vit útvega pláss til trivnaðarøki, spælipláss og parkering við bústaðirnar, umframt at betra álvarsliga um ferðslutrygdina. Karlamagnusarbreyt liggur mitt ímillum skúlarnar, og millum Hoyvíkshøllina og fótbóltsvøllin. Børnini skulu ferðast til og frá skúla og frítíðarítrivum á ein fult tryggan hátt.
§ Lívd fyri vindinum skal loysast við at planta og byggja vindforðingar beinanvegin.
§ Ætlanin um parkeringspláss omanfyri Hoyvíkar Skúla eigur at sleppast, tí tað hjálpir ikki fyri íbúgvarnar og kann forða fyri at endurnýggja Hoyvíkar Skúla, útbyggja Hoyvíkshøllina og gera alt hetta sentrala økið samanhangandi og trygt. Her er jú talan um maskinrúmið/hjartað í bygdini.
§ Tað er sjálvsagt heilt avgerandi, at ein samlað ætlan fyri økið skal gerast í veruligum samstarvi við íbúgvarnar, skúlarnar, feløgini, kirkjuráðið og tey vinnurekandi, sum liva og virka her í gerandisdegnum.
Hoyvíkar skúli
§ Skúlin í Hoyvík bleiv bygdur í 1977 og seinni útbygdur. Gamli parturin av skúlanum, saman við fimleikarhøllini, hevur staðið fyri at skula endurnýggjast seinastu nógvu árini. Nú skal henda umbygging fremjast!
§ Mítt uppskot er, at alt tað gamla og fimeikarhøllin verður tikin burtur, og ein nýggj útbygging skal gerast til Hoyvíkar Skúla, sum skal tengjast saman við at liðugtgera og útbyggja Hoyvíkshøllina. Frítíðarskúlin kann tá eisini fáa egin hølir at ráða yvir. Og vit kunnu skapa pláss og rúmd til onnur frítíðartilboð afturat ítróttinum við hølum til “gamarar”, mentan, tónleik og annað felagsvirksemi.
Hoyvíkshøllin
§ Hoyvíkshøllin skal gerast liðug og útbyggjast í sama viðfangi, so hon kann nýtast fult út og nøkta tørvin á venjingartímum.
Fótbóltsvøllurin og FC Hoyvík
· Umstøðurnar, við skýli og skiftingarrúmum kring fótbóltsvøllin við Løgmannabreyt, skulu gerast liðug soleiðis, at FC Hoyvík fær arbeitt og ment sítt virksemi.
Ljós yvir gøturnar, trygg ferðsla, fríøkir o.a.
· Gøturnar millum býlingarnar og lendisgøturna skulu hava ljós.
· Teir stóru ferðsluvegirnir sum Hvítanesvegurin, Vegurin Langi, Løgmannabreyt og nýggi ringvegurin (umframt Karmalamagnusarbreyt) mugu ferðslutryggjast fyri børn og øll fólk til gongu og á súkklu. Gongu/súkklutunlar undir vegirnar eiga at verða partur av loysnini.
· Vit skulu fríðka og verja fríøkini, sum longu eru, umframt at leggja nýggj øki út.
Hetta eru nøkur av teimum átøkunum eg vil arbeiða fyri, um tað gerst mær møguligt – eftir 10. september.
Gunnar Djurhuus,
valevni fyri Tjóðveldi.