Hoyringssvarini: - Avgerðin er skeiv

Hagstova Føroya, Starvsmannafelagið, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Landsbanki Føroya, Felagið Føroyskir Grannskoðarar, Búskapar – og Løgfrøðingafelag Føroya og Samtak boða greitt frá í hoyringssvarunum til Fíggjarnevndina, at grundgevingarnar fyri at avtaka Landsbankan eru ikki haldbarar. Tey sakna serliga eitt størri greiningararbeiði.

Tað er bara Felagið Peningarstovnar, sum tekur undir við ætlanini hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Meirilutin í fíggjarnevndini, Bárður Nielsen, Bill Justinussen, Jákup Mikkelsen og Rodmundur Nielsen, taka undir við ætlanini at avtaka Landsbanka Føroya. Í álitinum fyrihalda teir seg ikki til atfinningarnar í hoyringssvarunum.

Portalurin hevur hugt nærri at hoyringssvarunum. Nøkur brot eru niðanfyri:

Hagstova Føroya:

“Tað er eftir okkara tykki tann skeiva avgerðin. Hon er ikki bara skeivt eftir nútímans máti – hon er eisini skeiva avgerðin í mun til tær fortreytir, Landsbankin varð stovnaður undir.”

“Stórur vandi er eftir okkara tykki fyri, at seráhugamálini hjá bankunum eru tey, sum verða best røkt av at taka Landsbanka Føroya av, meðan felagsáhugin hjá Føroya fólki verður misrøktur.”

“Uppskotið grundgevur als ikki fyri, at tað er forsvarligt at taka Landsbankan av, men grundgevur bara fyri, at tað er ein sparing, sum eisini er heldur ivasom.”

Felagið Peningastovnar:

“Ført hevur verið fram, at Landsbankin tryggjar fíggjarligt støðufesti og eftirlitið av føroyska fíggjargeiranum. Hetta er ikki rætt, tí amboðini til tess verða øll gjørd og stýrd úr Danmark. Umframt at gjaldoyra-, penga- og rentupolitikkurin verður stýrdur úr Danmark, eru allir bankapakkarnir gjørdir í Danmark, umframt at felagið Fíggjarligt Støðufesti og Fíggjareftirlitið eru heimahoyrandi har við danskari leiðslu.”

“Felagið Peningastovnar metir tað verða skilagott at fremja rationaliseringar/sparingar í almennu umsitingini fyri at minka um hallið.”

“Tískil tekur felagið Peningarstovnar undir við uppskotinum.”

Starvsmannafelagið:

“Tað er undrunarvert, at ætlanin er at niðurleggja Landsbanka Føroya, uttan at nøkur faklig frágreiðing er við uppskotinum um hvørjar avleiðingar, hetta kann hava við sær.”

“Mett verður, at ætlaninar um at niðurleggja Landsbanka Føroya, og at leggja virksemi undir Gjaldstovuna og aðrar stovnar kann fáa óhepnar avleiðingar. Landsbankin tryggjar í dag óheftni, tá tað ræður um at umsita gjaldføris og skuldarumsitingina hjá landinum. Hóast Fíggjarmálaráðið lovar, at óheftni skal tryggjast við einum Gjaldstovuráðið, so kann spurnartekin setast við hetta, tí tað verður landsstýrismaðurin, sum velur Gjaldstovuráðið, eftir tilmæli frá ymiskum feløgum. Ráðið fer at liggja nær upp at landsstýrismanninum, og tí kann spurningur setast við óheftni hjá ráðnum.”

“Sum uppskotini síggja út, fær landsstýrismaðurin ov víðar heimildir, og hetta gevur landsstýrismanninum alt ov stórt vald.”

Føroya Arbeiðsgevarafelag:

“Føroya Arbeiðsgevarafelag er ikki sannført um, at hetta er besta leiðin at ganga, og saknar gjølligari útgreiningar av møguligum avleiðingum, um uppskotini verða samtykt í Løgtinginum.”

“Annað sum ført verður fram í viðmerkingunum til lógaruppskotini er, at meira fæst burturúr fíggjarorkuni, um umskipingin verður framd. Hesum ivast Føroya Arbeiðsgevarafelag eisini í. Um politiska skipanin heldur seg fáa ov lítið burturúr Landsbankanum, ber til at seta krøv til hvørjar uppgávur, stovnurin skal loysa.”

“Somuleiðis heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at óhefta ráðgevingin um føroyska búskapin fer fyri bakka, um uppskotini verða samtykt. Eftir okkara bestu sannføring er Fróðskaparsetrið ikki ført fyri at geva ta ráðgeving til Búskaparráðið, sum neyðug er, og at tað fer at taka ár, inntil Fróðskaparsetrið er ført fyri hesum. Tað merkir sostatt, at føroyska samfelagið komandi árini ikki fer at fáa holla ráðgeving um búskapin.”

Landsbanki Føroya:

“Kreppan fyrst í 90-árunum avdúkaði grundleggjandi veikleikan, at eingin óheftur stovnur var, sum hevði til uppgávu at ráðgeva politisku skipanina um føroysk búskaparlig viðurskifti. Síðan er búskaparráð sett á stovn og landsbankin hevur ment og raðfest førleikar á økinum. Búskaparráðið er tó síðan skert, og nú verður landsbankin eftir ætlan avtikin. Samfelagið, politiska skipanin og umheimurin sita tí sannlíkt, um ætlanin verður framd, eftir við skerdari óheftari vitan um føroyska búskapin.”

“Í Danmark, í ES-londum annars og í heimshøpi er eina og týdningarmesta læran av seinastu alheims fíggjarkreppuni tann, at vinnuliga fíggjarvirksemið hevur íbygt lyndið til óstøðuleika. Fyri Føroyar er læra av m.a. næstseinastu bankakreppu (árini 1989-95), at tað eru føroyskir myndugleikar, sum hava yvirskipaðu ábyrgdina av búskaparpolitikkinum í Føroyum, hóast gjaldoyramál, peningastovnsvirksemi og annað vinnuligt fíggjarvirksemi - tó ikki tryggingar- og realkredittvirksemi - eru undir fólkatingslóggávu. Við øðrum orðum er málsøkið ‘peningastovnsvirksemi’ danskt málsøki, tó við ógreiðum markamótum, tí tá ið á stendur, tekur seg aftur og aftur upp stríð um, hvørt tað eru føroyskir ella danskir skattgjaldarar, sum skulu rinda rokningina, tá ið føroyskur peningastovnur, ið er ‘too big to fail’, skal bjargast.”

“Í sambandi við seinastu kreppuna ásannar landsbankin, at ymist kundi verið gjørt, sum hevði við sær, at alt ov ógvusligi útlánsvøksturin hjá bankunum í 2006 og 2007 varð tálmaður. Landsbankin hevur – eins og líknandi stovnar í øðrum londum - tikið við læru av hesum, og hevur tí lagt nógva orku í at styrkja hagtals-, greiningar- og stýringsskipanir sínar. Landsbankin hevur síðan seinasta bankaskrællið roynt at fáa í lag styrktar skipanir á øllum viðkomandi mótum.”

Felagið Føroyskir Grannskoðarar:

“Tí saknar Felagið Føroyskir Grannskoðarar at eitt størri greiningararbeiði verður gjørt fyri at lýsa allar avleiðingarnar gjølla.”

“Felagið Føroyskir Grannskoðarar metir ikki, at tað er ráðiligt, at tað verður ásett í lógini, at ein limur í Gjaldstovuráðnum skal vera løggildur grannskoðari. Vit mæla tí til, at henda ásetingin verður broytt.”

Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya:

“Í hesum førinum dugir BLF ikki at síggja, at slíkt úgreinandi arbeiði er gjørt, annað enn álitið “Frágreiðing um samanlegging av Landsbanka Føriya og Hagstovu Føroya” frá 2005, tað vil siga fyri sjey árum síðani. Síðan hetta hevur heimurin upplivað størstu búskapar- og fíggjarkreppuna síðan 1929, og tørvurin hjá Landskassanum á at lána til rakstur av samfelagnum er øktur munandi.”

“BLF vil tískil mæla til, at so ógvisligar umskipanir ikki blíva framdar, fyrr enn nøktandi greiningar fyriliggja í einum dagførdum áliti, soleiðis at Løgtingið greitt kennir avleiðingarnar av einari slíkari avgerð.”

“BLF mælir tískil til, at bygnaðurin verður umhugsaður av nýggjum.”

Samtak:

“Samtak mælir til at fella omanfyrinevndu uppskot.”

“Fróðskaparsetur Føroya fæst við gransking og útbúgving og hevur ikki neyðugu førleikarnar, sum mál 24 leggur upp til. Hetta tekur ár at uppbyggja og er treytað av førleikamenning og rekruttering av røttu manningini, tískil verður mælt til at halda fram við verandi skipan, og eru trupulleikar av henni, so ber til at broyta tað.”

“Tað er ógvuliga týdningarmikið, at óheftni bæði hjá Landsbankanum og Búskaparráðnum verða varðveitt, og at fakligheitin á stovnunum er óskalað. Er ónøgd við verandi stovnar, so er at loysa tað heldur enn at avtaka eindirnar sum sjálvstøðgar stovnar. Eisini ertrupult at fáa eyga á nakrar sparingar ella aðrar vinningar, sum ein samanlegging hevur við sær.”

LES HOYRINGSSKRIVINI HER