Hoyr Trónd Arge, TV2 og Ara sjálvan siga frá dreymahøgginum

(FM1) Hoyr Ara Olsen og venjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein seta orð á málið og sigurin, og hoyr bergtiknar frásøgumenn og viðmerkjara

##med2##

Víkingur vann 1-0 á NSÍ í Sarpugerði, og nógv talar fyri, at ársins mál longu er skorað. Ari Olsen gjørdi ein "Arie Haan" á lá HM 1978, tá hann úr 25 metrum og eitt vet til høgru smekkaði bóltin upp í handara málkrókin hjá Tórði Thomsen.

Trýst á pílin á ljóðfíluni omanfyri og hoyr: 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á norska TV2, tá Ari Olsen syrgdi fyri tí sum norska TV2 nevnir eina "drømmescoring".

2) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1, tá Tróndur Arge segði frá dreymahøgginum, sigursmálinum hjá Ara Olsen. Hoyr eisini viðmerkjaran hjá FM1, Hanus Jacobsen taka samanum avbera vakra málið.

3) Hoyr sigursmálskjúttan taka samanum góða sigurin og fantastiska sigursmálið.

4) Hoyr høvuðsvenjaran hjá Víkingi, Eyðun Klakstein taka samanum sigurin og ógloymandi sigursmálið hjá Ara Olsen. 

5) Hoyr viðmerkjaran Hanus Jacobsen taka samanum ein fantastiskan dyst, ið eftir Hanusar tykki kundi enda bæði 7-4 og 7-5, so nógvir málmøguleikar vóru í dystinum. 

Víkingur er oddalið í Betrideildini við sjey stigum áðrenn dystirnar í morgin.

Frásøgumennirnir hjá FM1, Tróndur Arge og Sjúrður H. Hoydal siga frá øllum fimm dystunum, ið verða leiktir í Betrideildini hetta vikuskiftið.

Leygardagin klokkan 14: B36-Skála

Leygardagin klokkan 16: ÍF-KÍ

Leygardagin klokkan 18: EB/Streymur-TB

Sunnudagin klokkan 15: AB-HB

Øll kunnu hoyra beinleiðis frásagnirnar á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

HER  ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Glenn Ståhl.

##ms##

 

(Hoyr frásøgn av dreymamálinum hjá Ara Olsen. Hoyr málskjúttan og Eyðun Klakstein greiða frá, og hoyr Hanus Jacobsen taka samanum)