TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinastu løtuna av dystarfrásøgnini hjá Tróndi Arge av fyrru hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini millum KÍF og H71, sum KÍF vann 23-21. H71 var á odda 11-10 í steðginum.
Vit komu inn í ljóðbrotinum, tá tveir minuttir eru eftir, og tað ríður um snarið í dystinum. Stúgvandi fult var í høllini í Kollafirði, og stemningurin var í topp.











