Hoyr sigursmálið, sigursmálskjúttan og venjaran hjá HB (FM1)

(FM1) Hoyr hvussu HB vann stórsteypið, og hoyr Símun Samuelsen og Heimir Guðjónsson seta orð á sigurin

HB hevur fyri fjórðu ferð, og fyri fyrstu ferð síðani 2010 vunnið stórsteypið.

 

HB vann 1-0 á B36. Sigursmálið kom í 49. minutti. Símun Samuelsen skoraði sigursmálið sum tryggjaði HB stórsteypið.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr frá FM1:

 

1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá sigursmálinum hjá HB. Heðin Askham var viðmerkjari.


2) Hoyr Heðin Askham stutt taka samanum stórsteypadystin. Í mun til, at tað er 2. mars heldur Heðin, at HB og B36 eru væl fyri. Heðin væntar, at HB og B36 bæði enda í topp-4.


3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við sigursmálsskjúttan, Símun Samuelsen, ið fegnast um loksins at vinna stórsteypið aftur. Símun viðgongur, at hann hevði marginalarnar við sær tá Jónas Tór Næs gleið í støðuni beint undan málinum, men tað er partur av fótbóltinum at taka av møguleikunum ein fær.


4) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá HB, Heimir Guðjónsson sum fegnast um annað steypið innan tvær vikur á sama vølli. Fyri fimtan døgum síðani vann HB VFF-finaluna ímóti Skála aftaná brotssparkskapping. Heimir tordi tó ikki at brúka toppskjúttan hjá HB í 2018, Adrian Justinussen. Heimir væntar tó, at Adrian verður klárur til klassikkaran ímóti KÍ norðuri í Klaksvík komandi sunnudag. Flytingarvindeygað steingir 15. mars, og Heimir væntar, at HB styrkir hópin enn meira.

 

HERber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg aftaná stórsteypadystin.