Hoyr sálmabókina á Netinum

Bæði løg og tekstir til ta nýggju donsku sálmabókina liggja nú á serstakari heimasíðu.

Nú er gjørligt bæði at lesa tekstirnar til teir 758 sálmarnar í »Den Danske Salmebog« og at hoyra fyrsta ørindi av hvørjum sálmi við urguljóði.

Hetta er alt gjørt fyri at gera tað lættari hjá fólki at fáa upplýsingar um yrkjarar og um søguna hjá sálmunum.

- Teir donsku sálmarnir hava stóran týdning fyri ta donsku sangtradisjónina. Teir eru við til at binda okkum saman tvørturum ættarliðini. Men trupulleikin er bert tann, at so fáa kenna teir.

- Tí vilja vit nú geva fólki atgongd at læra tekstirnar og løgini, sigur danski kirkjumálaráðharrin, Bertel Haarder.

Eftir hansara meting skal tað vera einfalt at fáa atgongd til sálmarnar. Umvegis alnetið er skjótt at fáa fatur á teimum og hoyra, hvussu teir ljóða, til dømis áðrenn ein skal hitta prestin í samband við eina brúðarvígslu ella jarðarferð.

Leitiskipanin er einføld: Um ein bert minnist eina reglu ella eitt ørindi, ber til at finna fram til tann rætta sálmin.

Nýggja heimasíðan eitur www.dendanskesalmebogonline.dk.

Nevnast kann, at føroyska sálmabókin eisini finst á netinum – enn bert sum tekstur á www.folkakirkjan.fo.