Hoyr málini hjá HB og Sebastian Pingel

(Rás2) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av málunum HB fekk ímóti NSÍ. Og hoyr Sebastian Pingel taka samanum sigurin

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá Rás2:

 

1) Hoyr frásøgnina hjá Hilmari Jan Hansen av teimum fýra málunum HB fekk ímóti NSÍ í 4-1 sigrinum á ovara vølli í Gundadali í dag. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari.

 

2) Hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi beinleiðis á Rás2 við Sebastian Pingel, sum skoraði tvey mál fyri HB í dag.

 

Sebastian Pingel sigur seg bara njóta góðu gongdina, og hann hyggur ikki eftir stigatalvuni, og vil ikki práta um nakað FM. Hann vónar bara at sleppa út í Evropa komandi kappingarár.