##med2##
Hóast sonevndu serfrøðingarnir høvdu oddaliðið í landskappingini, Mjølnir at verða ein lítlan favoritt til steypafinaluna móti SÍ, so vóru tað sørvágskvinnur sum vóru omaná aftaná ein fimmsettara.
Tey fyrstu fýra settini vóru jøvn, og vóru tað ongantíð meir enn tveir ella tríggir bóltar á muni. Men í fimta setti - javnbrótaranum - smurdi SÍ klaksvíkskvinnur av við einum greiðum 15-6 sigri, og nú kunnu øll í stóru flogbóltsbygdini, Sørvági stórfegnast.
SÍ - Mjølnir 3-2(25-23, 25-27, 25-22, 22-25, 15-6)
Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frásøgumannin hjá FM1, Óla G. Samuelsen siga frá teimum avgerandi bóltunum í teimum fimm settunum. Hoyr eisini viðmerkjaran, Gaja í Brekkuni taka samanum settini og dystin.
HER ber til at hoyra Ingu Helenu Henriksen og Vivian Joensen hjá SÍ og Sufíu Purkhús Splidt hjá Mjølni seta orð á fimmsettaran, umframt steypahandanina.
##ms##











