Talan er um ein risastóran dag í 82 ára langu søguni hjá B36. Í 2005 og í 2006 spældi B36 seg eitt umfar víðari í Evropa. Nú hevur B36 aftaná 2-1 útisigur á OFK Titograd, og samlaðan 2-1 sigur yvir tveir dystir fyri fyrstu ferð í søgu felagsins spælt seg víðari úr tveimum umførum.
Tað sá eitt sindur svart út tá OFK Titograd tíðliga legði seg á odda, men við málum hjá Benjamin Heinesen og Kaimar Saag í seinna hálvleiki var syrgt fyri søguskriving við feitari skrift.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr frá FM1:
1) Hoyr Gunnar Sørensen, heimildarmann greiða frá dystarendanum beinleiðis ígjøgnum á FM1 úr Titograd.
2) Hoyr samrøðu við Jákup á Borg, høvuðsvenjara hjá B36.
3) Hoyr samrøðu við Odmar Færø, liðskipara hjá B36.
4) Hoyr samrøðu við Rúna Herup Olsen, formann í B36.
Høvuðsvenjarin, liðskiparin og formaðurin staðfesta allir ein risastóran dag í søguni hjá B36, har liðið aftaná eitt megnaravrik vinnur seg víðari.
Odmar Færø staðfestir eisini, at tað hevði týdning at møta í Montenegro í góðari tíð fimm dagar áðrenn dystin.
Jákup á Borg er ovurstoltur av sínum monnum, og nú skulu báðir dystirnir ímóti turkiska fótbóltsrisanum, Besiktas stórnjótast.
Rúni Herup Olsen sigur seg verða málleysan aftaná søguliga avrikið, og nú ger felagið seg klárt til risastóru uppgávuna sum tað er at fáa Besiktas á vitjan.
HERber til at síggja hvussu Jákup á Borg og hópurin feiraðu 2-1 sigurin á ein heilt serligan hátt.
HERber til at síggja bæði málini hjá B36.










