Løgreglan í Suðuroy sigur, at eisini har hevur verið sera friðarligt um jólini. Fyri jól kom eldur í eitt hoyggjhús í Vági. Talan var um eitt gamalt hoyggjhús, og eldurin var so mikið stórur, at húsið brendi í grund.
1. jóladag koyrdi ein ungur dronur út av í Trongisvági. Bilurin bleiv vrak, men drongurin slapp við smávegis snuddum. Helst var ov nógv ferð orsøkin til óhappið.
Løgreglan í Eysturoynni hevði onki at gera um jólini, verður sagt úr Runavík. Dansur var í fleiri støðum í oynni, men allastaðni skikkaðu fólk sær væl. Tey vóru í góðum lag og hugnaðu sær í býnum langt út á náttina.
- Tað hevur verið óalmindiliga friðarligt her um jólini, sigur vakthavandi í Runavík.