Hótti fólk í Mykinesi

Um middagsleitið í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at ein maður gekk og hótti fólk úti í Mykinesi.

 

Løgreglan hevur ikki fólk í Mykinesi, so tí mátti tyrlan bíleggjast til at flúgva løgreglumenn út á oynna.

 

Maðurin varð handtikin, tá løgreglan kom út á oynna og flogin inn aftur á meginlandið. Hann hevur síðani sitið í varðhaldinum og verður væntandi framstillaður í grundlógaravhoyri fyrrapartin.