Hótta ferðafólk við lívinum

Føroyskir og danskir myndugleikar mæla ikki ferðafólki í Egyptalandi til at taka til rýmingar, hóast ein víðgongdur islamistiskur felagsskapur nú hóttir tey við lívinum

Tey útlendsku ferðafólk, sum ikki eru farin úr Egyptapalandi í seinasta lagi hósdagin, kunnu vænta at verða álopin.

 

Tað hevur vígongdi islamistiski felagsskapurin, Ansar Bayt Al-Maqdis, gjørt greitt.

 

Tí mælir felagsskapurin ferðafólki til at brúka hesar báðar dagarnar, ið eftir eru, til at sleppa sær trygt av landinum

 

Fráboðanin frá felagsskapinum kemur nú beint eftir, at hann leyp á ein buss við ferðafólki í Sinai, beint við markið til Ísrael og har fýra fólk lótu lív.

 

Eisini føroyingum dámar væl at ferðast til Egyptaland, men uttanríkistænastan hjá løgmansskrivstovuni mælir ikki ferðafólki til at koma heim aftur.

 

Sum støðan er nú, verður heldur ikki mælt teimum, sum ætla sær til Egyptaland, frá at fara.

 

Páll Holm Johannesen, kunningarráðgevari sigur, at formliga eru vit danskir ríkisborgarar og í málum sum hesum, fylgja føroyskir myndugleikar tilmælunum frá danska uttanríkisráðnum.

 

Og danska uttnaríkisráðið hevur dagført síni tilmæli til ferðafólk í Egyptalandi eftir álopið á bussin.

 

Sum heild mælir Uttanríkisráðið øllum frá at ferðast í Egyptalandi uttan í teimum førum, har tað er neyðugt.

 

Men nøkur undantøk eru frá hesum frámælum.

 

Undantøkini eru ferðamálini framvið Reyða Havi, eisini Hurghada, umframt Aqabavík, eisini Sharm el-Sheikh og Taba.

 

Undantakið er eisini galdandi fyri Luxor og Aswan og ferðir á Nilá ímillum hesar býir og Abu Simbel.

 

Annars mælir uttanríkisráðið heilt frá at ferðast í norðara parti í Sinai

 

Trygdarviðurskiftini í Egyptalandi er óstøðug og kunnu broytast rættiliga skjótt, sigur uttanríkisráðið.

 

Tí eiga øll, sum ætla sær til Egyptaland, at fylgja væl við gongdini og altíð at kunna seg um nýggjastu tilmælini um, hvussu tey skulu bera seg at.

 

Uttanríkisráðið sigur eisini, at tað er stórur vandi fyri yvirgangi í Egyptalandi, eisini bumbuálopum, og heitt verður sostatt á ferðafólk um at vísa varsemi og at hugsa seg væl um, eisini á plássum, har nógv fólk er savnað.

 

Tað verður ikki frámælt at skifta flogfar í Kairo, men mælt verður samstundis til at halda seg á flogvøllinum og ikki at fara í býin.

 

Samstundis verður mælt ferðafólki til at halda seg burtur frá mótmælisgongum g mælt verður frá at taka myndir av mótmælisfólki og trygdarvørum.