Hótt eftir lívinum undir Klaksvíksstríðnum

– Sum barn upplivdi eg, at pápi kendi seg so hóttan eftir lívinum, tí hann varðaði av og vildi verja virkið hjá Kjølbro, at vit uttan freist vórðu flutt í loyndum úr Klaksvík, skrivar Karin Kjølbro í bersøgnari grein í Sosialinum í dag

– Sum barn upplivdi eg, at pápi kendi seg so hóttan eftir lívinum, tí hann varðaði av og vildi verja virkið hjá Kjølbro, at vit uttan freist vórðu flutt í loyndum úr Klaksvík, skrivar Karin Kjølbro í bersøgnari grein í Sosialinum í dag

 

Tað leikaði hart á undir læknastríðnum í Klaksvík árini 1952 til 1956. Karin Kjølbro greiðir í Sosialinum í dag frá, hvussu tann lítli minnilutin, »fimmararnir« vórðu forfylgdir, hóttir og happaðir av meirilutanum. So hart leikaði á, at húskið hjá Karin Kjølbro og teimum mátti í skundi flýggja úr Klaksvík, tí tey kendu seg hótt eftir lívinum

 

– Sum barn úr slíkum heimi upplivdi eg, at pápi kendi seg so álvarsliga hóttan eftir lívinum, tí hann varðaði av og vildi verja virkið hjá Kjølbro, at vit uttan freist vórðu flutt í loyndum úr Klaksvík.

 

Soleiðis skrivar Karin Kjølbro í bersøgnari grein í Sosialinum í dag, har hon umrøður Klaksvíksstríðið og bókina, sum Arnstein Niclasen hevur skrivað, »Herskin herðindi«

 

Hon skrivar millum annað soleiðis:

 

– Mamma mín, Turið, við fýra børnum 13, 11, 8 og 4 ár og mostir okkara, og eitt systkinabarn, Jógvan, og teirra arbeiðskona. Siglast kundi hvørki inn ella út úr Klaksvík vegna 95-ara avsperring við skipum og tunnum. Klokkan var trýkorter til seks.

 

– Vit vóru við at rigga til nátturða. Maðurin, ið kom eftir okkum segði við boðum frá pápa, at vit skuldu vera norðuri í Ánunum klokkan 6.

 

– Vit fóru sum vit stóðu og illa ílatin. Komin norð í Ánirnar gingu vit oman í fjøruna norðan fyri avsperringina, har ein jolla lá, tók okkum umborð og flutti okkum út á Grunning (eitt skip hjá Kjølbro), ið lá og bíðaði.

 

– Minnist serliga væl váta grasið, tí eg var í inniskóm, og at vit gingu í tøgn.

 

– Komin í jolluna, kom herur av ýlandi ótangum (vaksnir menn). Allarhelst hevði onkur 95-ari á virkinum hjá Kjølbro boðað frá. Tað kendist svárt, at eg kendi onkran, sum hevði sitið væl inni hjá foreldrum mínum. Fyrst fóru teir at lyfta bilin hjá pápa, sum teir sveiggjaðu út og inn, sum um teir vildu blaka hann oman. Síðani fóru onkrir at rulla grót. Men vit vóru nú komin so langt út frá, at teir rukku okkum ikki. Illveður var.

 

Soleiðis lýsir Karin Kjølbro hendingina, tá hon sum 11 ára gomul saman við familjuni mátti rýma úr Klaksvík, tí at pápi hennara, sum var sonur J. F. Kjolbo, kendi seg og familjuna hótt eftir lívinum, tí at tey ikki høvdu skrivað undir adressuna at fáa Halvorsen lækna at vera verðandi í starvinum sum lækni á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

 

Karin Kjølbro heldur fram:

 

– Tá vit komu til Fuglafjarðar og løgdu at har, stóð havnarfútin fyri okkum og forðaði og noktaði okkum at koma í land (eftir boðum úr Klaksvík?).

 

– Skiparin, Hans á Varpinum, segði tá, at hann fór ikki avstað aftur við kvinnum og børnum í hesum ódnarveðrinum. Tessvegna endaði tað við, at vit sluppu í land, og pápi fór aftur til Klasvíkar við Grunningi.

 

Eftir 14 dagar inni á Skála komu vit aftur til Klaksvíkar.

 

– Tað fyrsta mamma segði, tá ið vit vóru heima aftur, var, at "nú leggja vit hetta aftur um okkum, tí vit skulu liva aftur millum hesi fólkini í Klaksvík". Hetta helt hon til sín doyggjandi dag. Minnist ikki, at tað nakrantíð var tikið til umrøðu aftur í heiminum.

 

Mamma kundi annars havt loypt øði í grindina, um hon læt seg interviewa av tíðindafólkum bæði í telefon úr Keypmannahavn, eins og tíðindafólkum av Parkeston (danska skipið við løgreglufólkum og hundum), ið lá á Skálafjørðinum, sum knappliga stóðu á trappuni hjá okkum á Skála. Teir ikki so mikið sum sluppu at síggja hana. Hon var loyal móti sínum bygdarfólkum.

 

Happingin helt tó fram við rópum og tramansskapi. Fyrstu norðoyastevnuna aftaná útlegdina var eg á vegnum við nýggjum myndatóli. Meðan eg tók mynd av skrúðgonguni, kom ein unglingi, hoyrandi til brøðurnar í Klaksvík. Hann langaði niður á myndatólið, so tað fór í smæsta smildur.

 

Javnaldrin og systkinabarnið, Anders, fyrrverandi røntgenyvirlækni á Landssjúkrahúsinum og abbasonur Kjølbro, gekk eitt skifti í skúla í Klaksvík. Hann sigur við Ólav Rasmussen í samrøðu við sjónvarpið um læknastríðið, at hann kendi seg tá so hótttan, at hann tordi illa út í fríkorterinum.

 

Hoyrdi nýliga eitt 95-ara barn frá fimmtiárunum orða seg um læknastríðið. Hann nevndi, at hann visti lítið og onki. Fylgdi ikki so væl við, "tí vit vóru upptikin av fótbólti og ítrótti og gingu í dans. Tað vóru meira brøðrabørn, ið vóru virkin, tey sluppu ikki til ítrótt og dans, tí tað var synd - í øllum førum tá".

 

– Men hví skuldu vit av bygdini so brádliga? Pápi mín, Poul Nolsøe Kjølbro, var altíð ein fáorðaður og munnstillur maður. Hann dugdi væl at skriva eins og at tekna og mála. Tøkniligt skil hevði hann sum fáur.

 

– Um sama mundið Klaksvíkin verður avsperrað, tí Parkeston var á veg til Føroyar, er ein farmabátur hjá Kjølbro komin við krúti, tí Kjølbro skuldi reka hvalastøðina við Áir 1955-1958. Knappliga verður ringt til pápa (Kjølbro og eldri sonurin vóru burturstaddir), at menn eru farnir umborð á Polo, og eru lagstir á krútið. Hann fer umborð og verður hóttur við skotvápni (henda søga er ikki váttað). Hetta er sama dag, sum hann ger av at fáa familjuna av bygdini og so brádliga, at vit als ikki fingu umrátt okkum, skrivar Karin Kjølbro.

 

Greinin hjá Karini Kjølbro, »Millum halgimenni, hetjur og óargadýr« kann lesast í Sosialinum, sum kemur við postinum í dag – og sum kann keypast í talgildari útgávu á sos.fo