Herfyri varð ein minibussur keyptur til Hotel Tórshavn í Keypmannahavn. Bussurin, ein 8 ára gamal Mercedes Sprinter 214, er til 9 persónar og hevur lift til fólk, sum sita í koyristóli. Trý av setrunum kunnu leggjast saman, soleiðis at meira gólvpláss verður tøkt til eitt nú vøru og koyristól. Bilurin er ein bensinbilur við automatiskum kervi og automatiskari svaliskipan. Góð dekk fylgja við á sportfelgum og hampuliga góð vetrardekk eru undir bilinum.
Stigið at keypa ein bil varð tikið av Kára Petersen, sum hevur vitjað á Hotel Tórshavn nakrar ferðir. Hann legði til merkis, at nógv av teimum, sum búðu á hotellinum ikki sluppu so lætt runt í býnum, og avgjørdi tí at stovna eina trivnaðarnevnd í Keypmannahavn og ein trivnaðargrunn í Føroyum við tí endamáli at keypa ein minibuss.
Talan er kortini ikki um eina fasta flutningsskipan, men hetta er ætlað sum ein hjálp hjá teimum, sum búgva á sjúklingahotellinum, um tey t. d. skulu onkran túr í frítíðini.
Í nevndini í Føroyum sita Kári Petersen, formaður, Dánjal Joensen, kassameistari, Erland Viberg Joensen, skrivari, Gudna Midjord og Petur Mohr Reinert.
Í nevndini í Danmark sita Niels Jacob Nielsen, formaður, Øssur Berghamar, Ina Fristal, Martin Fjallstein og Bergljót Midjord.
Trivnaðarnevndin í Danmark fór í september í holt við at arbeiða við myndugleikunum í Danmark fyri at fáa ein avgjaldsfrían bus til Hotel Tórshavn, men tað eydnaðist ikki. Hetta við tí úrsliti, at um ein nýggjur bussur skuldi keypast, fór hann at kosta stívliga 800.000 kr, og henda ætlanin varð tí slept.
Men nevndin gav ikki upp. Avgerð varð tikin um at leiga ein minibuss annaðhvørt vikuskifti, fyri at vita, um brúk var fyri bussinum og um áhugi var fyri ætlanini.
29. novembur var fyri fyrstu ferð ein bilur leigaður, soleiðis at vitjandi á sjúklingahotellinum kundu støkka inn á gólvið á nýggju Norðuratlantisku bryggjuni. Koyrt varð eisini runt í býnum - m.a. til Fiskatorgið, Blå Pakhus og Amalienborg. Undirtøkan var so góð, at síðan 29. novembur hevur trivnaðarnevndin fimm ferðir leigað minibuss til Hotel Tórshavn. Ein túrur hevur eisini verið til Frederiksborg slot og ein túrur til Helsingør umframt ta vanligu koyringina.
Asberg Johansen, sum er ein teirra, sum umboðar Mercedes í Føroyum, var fyri nøkrum vikum síðani í Danmark og var ein túr við Niels Jacob Nielsen, sum var bilførari henda dagin. Asberg bjóðaði seg at kanna marknaðir fyri brúktar bilar og ringdi longu mánadag við einum tilboð upp á ein minibuss fyri 195.000 kr. Bilurin var mettur at vera væl hóskandi til endamálið, og nevndinar avgjørdu at keypa hendan minibussin. Nøkur setur skuldu setast í bilin, og sjálvandi skuldi hann eisini gerast klárur á annan hátt. Hósdagin 4. mars var bilurin handaður trivnaðarnevndini á Hotel Tórshavn.
Niels Jacob Nielsen sigur, at hann er sera væl nøgdur við bilin, og hann hevur longu verið nógv nýttur. Gott hevði verið við einum fløguspælara og einari GPS skipan, soleiðis at tað verður lættari at finna runt í Keypmannahavn. Kostnaðurin á hesum er umleið 7.000 kr.
Hann leggur aftur at, at navnið Hotel Tórshavn átti verið broytt til Sjúklingaheimið Tórshavn. Á tann hátt hevði tað verið lættari at greitt fólki á gøtuni og myndugleikum sum heild, frá arbeiðinum á Hotel Tórshavn. Fólk halda at tað er handilsvirksemi, sum talan er um, altso eitt rættiligt hotel, og tað tekur ofta langa tíð at greiða frá, hvussu arbeiðið á Hotel Tórshavn hongur saman.
Trivnaðarnevndin fer nú at finna bilførarar, sum skulu góðkennast av nevndini, og fer at arbeiða við at fáa skipanina at virka so væl sum gjørligt.
Verkamannafylkingin og Føroya Sparikassi hava latið ávíkavist 87.000 kr. og 100.000 kr. Síðani er peningur komin frá fleiri kommunum, virkjum, Lions Club í Tórshavn og fleiri einstaklingum sum m. a. hvønn mánaða lata eina ávísa upphædd til trivnaðargrunnin. Hettar er sjálvandi við til at tryggja tiltakið framyvir.
Niels Jacob Nielsen takkar vegna trivnaðarnevndina á Hotel Tórshavn inniliga fyri gávuna úr Føroyum.