Hotel Runavík hevur fingið eina góða byrjan, síðani Hotelið lat dyrnar upp aftur í farnu viku. Tað staðfestir ein av eigarunum, Edvard Mikkelsen, sum sæst til høgru á myndini.
Fólk í nærøkinum hava tikið væl undir við Hotelinum, og tá móttøka var Dýra Biðidag vóru heili 500 fólk á gátt á Hotel Runavík.
Eigararnir hava valt ikki at hava skeinkiloyvi. Tey trúgva uppá, at tað fer at bera til at hava eitt gistingarhús við matstovu, sum ikki hevur skeinkiloyvið.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Edvard Mikkelsen, sum var í seinnapartssendingini á Rás2.