Hotel Arctic sær ljós fyri framman

Leiðslan á hotellinum væntar, at ein minni umbygging væntandi verður liðug um hálvan mai.

 

Hotel Arctic í Ilulissat, sum hevði eitt hall í 2020 á 9,2 miljónir krónur, væntar, at umsetningurin fer at veksa aftur í ár. Tó verður árið í ár ikki á hædd við 2019. 

Koronufarsóttin fer eisini at seta síni spor hjá Hotel Arctic í ár, og við nýggjum hotellum í Ilulissat metir leiðslan, at tað verður hørð kapping um hotelkømrini.

- Hotel Arctic hevur gjørt av at styrkja samstarvið við systirfelagið, Grønlands Rejsebureau, sum grønlendska Air Greenland í báðum førum eigur.

Leiðslan á Hotel Arctic sigur, at tey hava ætlanir um at dagførda inngongupartin til hotellið og skifta diskin út, har ferðandi kunnu keypa ymiskar upplivingar.

Sambært Sermitsiaq verða tað ferðaleiðarar, sum skulu manna diskin á hotellinum, og umbyggingin verður helst liðug miðskeiðis í mai í ár.