Manningin á grønlendska trolaranum, Polar Nanoq, sleppur nú umborð aftur.
Tað váttar umboðsmaðurin hjá reiðaranum, Jørgen Fossheim, fyri grønlendska kringvarpinum.
Løgreglan í Íslandi setti kikaran á trolaran eftir at ein 20 ára gomul kvinna í Reykjavík, hvarv leygarmorgunin, og illgruni var um, at hon hevði verið í sambandi við samband við nakrar av manningini.
Polar Nanoq, har fleiri føroyingar eru við, var komin væl ávegis til Grønlands, men fekk boð um at venda aftur til Íslands.
Løgreglan hevur brúkt rúma tíð at kannað skipið. Síðani eru tveir av manningini, tveir grønlendingar, skuldsettir fyri eina grein í revsilógini, ið snýr seg um dráp. Men undir kanningunum fann løgreglan eisini eina støra nøgd av hassji.
Umboðsmaðurin hjá skipinum sigur við grønlendska kringvarpið, at talan er um heili 40 kilo av hassji, og ein triði av manningini, eisini ein grønlendingur, er skuldsettur fyri at smugling.
Annars er løgreglan nú liðug við kanningarnar og sostatt stendur manningini frítt fyri at fara umborð aftur.
Eftir ætlan er Polar Nanoq úr Íslandi mánamorgunin til fiskiskap.