Leygardagin klokkan 16 hevur Havnar Hornorkestur konsert í Læraraskúlanum, har serligur dentur verður lagdur á solospæl. Nógv solospæl verða at hoyra, alt frá soprano til xylophone
Konsertin er ókeypis og í steðginum verður ein drekkamunnur at fáa.
Havnar Hornorkestur bleiv stovnað tann 13 februar 1903 og sostatt er tað yvir 100 ára gamalt. Tað her tað til eitt av elstu tónleikafeløgum í Føroyum.
Havnar Hornorkestur vann evropameistara kappingina fyri hornorkestur í b-bólkinum í 2004 og bleiv nummar tvey í 2006.
Síðan 2006 hevur orkestrið ikki verið við í nakrari kapping.
Orkestrið húsast í Íshúsinum, aftanfyri Reinsaríði undir liðini á Perluni í Tórsgøtu í Tórshavn.