Hóraldur pensioneraður

Í síðstu viku var ein lítil hátíðarløta á Náttúruvísindadeildini í sambandi við, at Hóraldur Joensen gevst at arbeiða á Setrinum, nú hann er vorðin 67 ára gamal.

 

Hóraldur er útbúgvin kemikari og byrjaði at arbeiða á Náttúruvísindadeildini í 2008.

 

Hesi 14 árini, sum Hóraldur hevur starvast sum lektari á Setrinum, hevur hann undirvíst í evnafrøði og hevur eisini havt ábyrgdina av fakunum "Aling" og "Fróðskaparhegni".

 

Árini 2007 til september 2017 var Hóraldur útbúgvingarleiðari fyri lívfrøðisútbúgvingini á Setrinum.

 

Áðrenn Hóraldur varð settur í starv á Náttúruvísindadeildini, var hann leiðari fyri granskingarkjarnanum fyri biotøkni, sum seinastu árini helt til á Náttúruvísindadeildini, skrivar setur.fo.