Hópurin móti Armenia og Fraklandi úttikin

Sámal Erik Hentze hevur úttikið 21 spælarar til næstu EM-undankappingardystirnar, sum verða á útivølli móti Armenia, og á heimavølli móti Fraklandi

Sámal Erik Hentze hevur úttikið 21 spælarar til næstu EM-undankappingardystirnar, sum verða á útivølli móti Armenia, og á heimavølli móti Fraklandi, skrivar Fótbóltssambandið. Við einum sannførandi 2-0 sigri á Armenia í juni mánað, kom føroyska U21-landsliðið væl frá byrjan í EM-undankappingini. Og um eina stóra viku skal liðið á vøllin aftur. Hesaferð á útivølli móti Armenia, og síðan á heimavølli móti Fraklandi.

 

Sámal Erik Hentze er venjari hjá U21-landsliðnum, og saman við hjálparvenjaranum, Atla Gregersen, hevur hann nú sett navn á teir 21, ið eru boðsendir til komandi uppgávur.

 

Hósdagin 2. september klokkan 18:30 spæla Armenia og Føroyar á FFA Academy Stadium í Armenia, og fýra dagar seinni, mánadagin 6. september klokkan 17:30 spæla Føroyar og Frakland á Svangaskarði.

 

Hópurin:

 

Bárður á Reynatrøð, Víkingur

 

Rasmus Nilsson, Hvidovre IF (Danmark)

 

Bjarti Vitalis Mørk, HB

 

Dann Fróðason, 07 Vestur

 

Børge Petersen, KÍ

 

Noah Hans Mneney, Víkingur

 

Pætur T. Skipanes, NSÍ

 

Ási P. Dam, HB

 

Elias El Moustage, EB/Streymur

 

Stefan Radosavljevic, HB

 

Ingi Jonhardsson, Víkingur

 

Símun Sólheim, EB/Streymur

 

Stefan Løkin, B68

 

Áki D. Samuelsen, HB

 

Hanus Sørensen, Middelfart BK (Danmark)

 

Sjúrður Pauli Nielsen, NSÍ

 

Gullbrandur Øregaard, Sandnes ULF (Noreg)

 

Andrass Johansen, B36

 

Heini F. Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)

 

Aleksandur Ó. Jensen, B68

 

Bárður Ó. Jensen, B68