Fyrrverandi bretski verjumálaráðharrin Geoff Hoon er koyrdur úr einari serligari nevnd, sum skal leggja ætlanir fyri virksemið hjá NATO í framtíðini. Tað er aðalskrivarin í samgonguni, Anders Fogh Rasmussen, sum hevur givið Hoon sekkin.
Orsøkin er, at Geoff Hoon er koyrdur úr tingbólkinum hjá bretska arbeiðaraflokkinum, tí tað er komið fram, at hann var sinnaður at reka sokallað lobby-virksemi, um hann fekk nóg mikið av pengum afturfyri.
Geoff Hoon var bretskur verjumálaráðharri frá 1999 til 2005.