Tað upplýsir ovasti politiski leiðarin í Hongong, Carrie Lam, á tíðindafundi í morgun.
– VIt eru framvegis í iva um, hvørt stjórnin fer undir tilgongdina aftur í lóggevandi ráðnum.
– So eg endurtaki tað her: Tað er eingin slík ætlan. Lógaruppsotið er deytt, segði hon á tíðindafundinum.
Carri Lam viðgongur, at arbeiðið hjá stjórnini viðvíkjandi lógaruppskotinum hevur verið ein »total fiasko«.
Lógaruppskotið elvdi til risastór mótmæli í gøtunum í Hongkong. Mótmælini endaðu fleir ferðir í hørðum samanbrestum millum mótmælisfólk og løglregluna.
/ritzau/Reuters