Hondskrivaður sangtekstur hjá The Beatles seldur fyri milliónir

50 ár eftir at limirnir í The Beatles fóru hvør til sítt, eru lutir frá teirra glæstritíð seldir á uppboðssølu.

Hondskrivaði teksturin hjá Paul McCartney til Hey Jude bleiv í gjár seldur fyri 910.000 dollarar í New York. Tað eru umleið 6,2 milliónir krónur, og 9 ferðir meira, enn metta virði.

Tað var uppboðssølan Julien’s Auctions, ið seldi eini 250 savnslutir frá The Beatles tíðini, og var uppboðssølan, tí 50 ár eru liðin í hesum døgum, síðani limirir í bólkinum fóru hvør til sítt.

Til dømis var seldur ein pallur av viði frá spælistaðnum í Liverpool, har The Beatles spældu innan teir gjørdust kendir. Eisini eitt trummuskinn við bólkanavninum, einar brøkur hjá John Lennon, og ein guitari, sum Paul McCartney hevur brúkt, vóru á sølulistanum.

##med2##