Hondskrivað John Lennon-lag á uppboðssølu

Teksturin til ?Give Peace A Chance? verður kanska seldur fyri milliónir.

 

Tá høvundurin Gail Renard í 1969 vitjaði John Lennon og Yoko Ono, undir teirra kenda ?make pease not war?-?tiltakið? á Queen Elizabeth Hotel, endaði tað við, at Gail steðgaði eina heila viku saman við parinum. Av hesum stóðst eitt lívlangt vinalag.

 

Í hesum høpi fekk Gail Renhard handað hondskrivaða tekstin til ?Give Peace A Chance? ? við orðunum: ?hetta verður nógv vert ein dag?.

 

Hetta fekk John Lennon rætt í. Teksturin verður nú seldur saman við øðrum lutum á uppboðssølu 12. juli. Samlaði prísurin er mettur at vera yvir tríggjar milliónir krónur.