Talan er millum annað um pínulinnandi tablettir við evninum diclofemac Umleið 20 prosent av danska fólkinum brúka pínulinnandi tablettir, sum hava evnið diclofenac í sær. Tablettirnar verða brúktar ímóti pínu í rygginum, høvdinum ella vøddum og liðum.
Hesar tablettirnar fáast í hondkeypi, eitt nú undir navninum Voltaren.
Men nú vísir ein stór donsk kanning, at fólk, sum brúkan hendan heilivágin, eru í tvær ferðir størri vanda fyri at fáa blóðtøpp í hjartað enn onnur. Tað skrivar Politiken.
Christian Torp-Pedersen, hjartalækni á sjúkrahúsinum í Gentofte, sigur við blaðið, at heilivágurin krevur líka mong mannalív sum ferðslan.
Kanningin, sum bleiv gjørd í árunum frá 1997 til 2005, umfataði meiri enn eina millión danir.