StÍF fekk einki mál seinastu 11 minuttirnar, og Neistin setti ferðina av álvara upp.
Heimaliðið var annars við yvirlutan so at siga allatíð. StÍF hevði beina kós móti stigunum í hálvleikinum, tá munurin var fimm mál.
Aftaná hvíldina hóttu gestirnir, og seinastu minuttirnar steðgaði fullkomiliga upp hjá heimaliðnum.
StÍF var á odda 27-24, tá 11 minuttir restaðu í. Neistin vann 28-27.
Leivur Justinussen og Marius Joensen skutu flest mál fyri StÍF. Teir fingu seks mál hvør.
41 ára gamli Ingi Olsen var aftur eyðsýndur hesaferð. Hann og Hanus Hanusarsson vóru toppskjúttar við seks málum.
H71 vann tvey kærkomin stig seinnapartin, tá hoyvíkingar vitjaðu Kyndil í høllini á Hálsi. Úrslitið var 19-24.
Tað var fyrstu løtuna aftaná steðgin, at lítið veiggj var í heimaliðnum. Kyndil var á odda 12-9 í hálvleikinum, men fingu ikki mál aftur, fyrr enn 13 minuttir vóru spældir av seinna hálvleikinum.
Tá vóru gestirnir framman fyri trimum málum. Kyndil hótti ongantíð leiðsluna.
Hans Áki Dal-Christiansen, Kyndil, og Bogdan Florea, H71, vóru toppskjúttar við seks málum.
VÍF og KÍF býttu stigini millum sín, tá liðini hittust í Vestmanna seinnapartin. Vestmenningar og kollfirðingarnir togaðust so hvørt um leiðsluna, og tá avtornaði var úrslitið 25-25.
Tað sá hinvegin einki út hjá gestunum úr Kollafirði, tá sjey minuttir restaðu í. Tá var heimaliðið á odda 24-21.
Áki G. Olsen, VÍF, var toppskjútti við átta málum. Ási Dam skeyt flest mál fyri KÍF. Hann fekk sjey mál.
Stigatalvan:
1. Neistin, 8 stig (4 dystir)
2. KÍF, 7 stig (5 dystir)
3. Kyndil, 6 stig (5 dystir)
4. StÍF, 4 stig (5 dystir)
5. H71, 4 stig (4 dystir)
6. VÍF, 3 stig (4 dystir)
7. Team Klaksvík, 0 stig (5 dystir)
Komandi dystirnir:
Týsdagin: Neistin ? VÍF
Sunnudagin: Neistin ? Kyndil
Sunnudagin: H71 ? Team Klaksvk
Sunnudagin: KÍF - StÍF