Hondbóltslandslið fær kappingarbann í fýra ár

Hondbóltskvinnulandsliðið hjá Senegal hevur brúkt ólógligan leikara, og fær harða revsing frá altjóða hondbóltssambandinum

Hondbóltskvinnulandsliðið hjá Senegal verður útistongt frá altjóða kappingum í fýra ár. Hetta hevur altjóða hondbóltssambandið, IHF staðfest í úrskurði.

 

Orsøkin er, at kvinnulandsliðið hjá Senegal brúkti ein ólógligan leikara til afrikanska endaspælið í desember í fjør. Senegal hevði tikið út Doungou Camara, sum hevur leikt við ungdómslandsliðum hjá Fraklandi so seint, sum í 2014. Altjóða reglar siga, at minst trý ár mugu fara afturum, áðrenn ein leikari kann skifta tjóðskap í hondbólti, og tá ikki nógv meir enn tvey ár vóru liðin breyt Senegal reglurnar. 

 

Tá tað kom fram undir afrikanska endispælinum, at Senegal brúkti ein ólógligan leikara bleiv liðið blakað úr kappingini, og øll úrslitini hjá Senegal í kappingini blivu strikað. Senegal hevði leikt fýra dystir í kappingini áðrenn tað kom, at tær høvdu brúkt ein ólógligan leikara

 

Afrikanska hondbóltssambandið kom við einum úrskurði, sum gav Senegal eitt tvey ára kappingarbann. IHF tók málið upp, og longdi kappingarbannið við tveimum árum aftrat, so kvinnulandsliðið hjá Senegal ikki kann taka lut í nøkrum kappingum tey komandi fýra árini. 

 

Hondbóltssambandið í Senegal ætlar at kæra úrskurðin hjá altjóða hondbóltssambandinum til altjóða ítróttardómstólin. Tey halda, at revsingin er alt ov hørð.