Tað eru ongar ætlanir um at flyta almennar stovnar úr Havnini út um landið.
Tað skiltist á Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, á Ungdómstinginum í dag.
Tað var Tóra Rúnadóttir úr skúlanum á Giljanesi sum spurdi landsstýriskvinnuna um samgongan hevur nakra ætlan er um at flyta almennar stovnar úr Havnini og út um landið.
Hon vísti, at flestu stovnar eru í Havn, men tað verður nógv tosað um at menna útjaðaran. Og tí vildi hon hava at vita frá landsstýriskvinnuni, um samgongan fer at virka fyri at flyta almennar stovnar út á bygd fyri at skapa trivnað og virksemi kring landið.
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur ivast í um tað er skilagott at ríva stovnar í Havn upp við rót og flyta teir út á bygd.
– Eg ivist eg í um tað altíð er tað besta, segði hon.
Hon heldur eisini, at tað eru summir stovnar, sum liggja best í Havnini.
Men hon leggur afturat, at tá ið talan er um at lata nýggjar stovnar upp, heldur hon avgørt at møguleikarnir skulu kannast fyri at leggja teir uttan fyri Havnina.
Hon sigur, at á almannaøkinum er peningur settur av til ymisk endamál, eitt nú til eitt dagtilhald til fólk við demens, og hon ætlar, at tað skal vera í Eysturoy.
Men hon ásannar, at tað er so nógv, sum kann broytast og í løtuni er í hvussu so er ætlanin at tað dagtilhaldið skal vera í Eysturoy.
Eitt slíkt dagtilhald er í Havn, men tað er eisini brúk fyri slíkum hentleikum uttan fyri Havnina, sigur hon.